Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.02.2026 09:57

Veðrið: Týsdagin 10. februar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi kl 12:00.

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, í ælunum upp í strúk, 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, stundum grov æl og í støðum sum vátaslettingur. Hitin í dag millum 2 og 6 stig, í kvøld í støðum niður móti frostmarkinum.
Í nátt frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum sum vátaslettingur ella vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. 
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, sum líðandi gongur upp í landnyrðing, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum -1 og 4 stig.

Sólarris: 08:29 Sólsetur: 16:54