Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2026 16:25

Eiðis sløkkilið skal hava nýtt búmerki

Mynd: Eiðis kommuna

Eiðis kommuna

Eftir ynski frá Eiðis sløkkiliði um búmerki, skrivar Eiðis kommuna út búmerkjakapping.

Krøv til búmerkið er:

Tað skal síggjast, at búmerkið fevnir um og sløkkilið og Eiðis kommunu.

Skal kunna brúkast til hvíta, svarta og reyða bakgrund.

Skal kunna brúkast smátt og stórt.

Dómsnevndin, ið er skipað av limum í Eiðis kommunu og Eiðis sløkkiliði, tilskilar sær rætt at velja ella vraka hugskot ella skriva út nýggja kapping.

Uppskotini skulu sendast til eidi@eidi.fo, ella sendast til kommununa á adressu: Brekkuvegur 37, 470 Eiði.

Freist fyri at lata inn uppskot er mikudagin 18. februar klokkan 12:00.

Latnar verða 5.000 krónur til vinnandi búmerkið.