Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2026 08:33

Nikolay Bliznov høvuðsungdómsvenjari komandi tvey árini!

Mynd: Hondbóltsfelagið Tjaldur

Hondbóltsfelagið Tjaldur

Í fyrraárið kom Nikolay Bliznov til Tjaldur fyri at venja tey ungu í felagnum. Við sínum góða hondbóltskili og dámliga sinni hevur hann megnað at fáa ungu leikararnar at vera við.

Talið á íðkarum økist støðugt. Ein av orsøkunum eru støðugu venjaraviðurskiftini, sum vit hava fingið við at hava Nikolay sum høvuðsungdómsvenjara.

Hóast høvuðsendamálið hjá felagnum er at íðka og at hava tað stuttligt við at spæla hondbólt, so hava úrslitini kortini eitt sindur at siga. Har fegnast vit í Tjaldur um, at vit aftur í ár hava tvey lið við í steypafinalunum, sum verða leiktar við Tjarnir seinni í februar.

Vit eru tí sera fegin um at hava gjørt sáttmála við Nikolay, sum kemur at vera høvuðsungdómsvenjari komandi tvey árini. Tí í kvøld hava Tjaldur og Nikolay Bliznov skrivað sáttmála fyri kappingarárini 26-27 og 27-28.

Umframt at vera høvuðsvenjari hjá teimum eldru, so fer hann eisini at hjálpa til og leggja lag á hjá venjaratoymunum í yngru árgangunum. Soleiðis fáa vit ein reyðan tráð í allar venjingarnar.

Vit í Tjaldur fegnast um, at væl skipaða, spennandi og mennandi hondbóltsvenjingin í felagnum nú er tryggjað við sáttmálanum við Nikolay.