Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi kl 12:00.
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum hálvskýggjað, í morgun okkurt ælið, men sum frálíður yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.
Í nátt lot til frískt lot eystan, sum líðandi lækkar niður í landsynning, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum -2 og 4 stig.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.
Sólarris: 08:41 Sólsetur: 16:42
