Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, fyrrapartin skrið í støðum, 18 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava. Seint seinnapartin minkar hann vindin niður í frískan vind til strúk í vindi, 8 til 13 m/s, út á kvøldið eystan. Samdrigið og bert okkurt ælið, út á náttina yvirhøvur turt.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, skýggjað og turt ella okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig.
Sólarris: 08:43 Sólsetur: 16:39
