Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.02.2026 00:46

EB/Streymur styrkt verjuna við einum dana

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur skrivar:

EB/STREYMUR HEVUR GJØRT SÁTTMÁLA VIÐ 21 ÁRA GAMLA VERJULEIKARAN LAURITS NØRBY. SÁTTMÁLIN ER GALDANDI TIL OG VIÐ 2027.

Laurits Nørby er 198 cm høgur. Hann er ein skjótur og sterkur verjuleikari, sum er tryggur í nærdystum. Laurits hevur áður umboðað Hobro í donsku 1. deild og Fjølnir í íslendskum fótbólti.

Ítróttarstjórin í EB/Streymi, Niels Pauli Danielsen, er sera fegin um nýggja sáttmálan:

– Vit eru sera fegin um at hava fingið Laurits í hópin. Laurits er ein skjótur og sterkur verjuleikari, við nógvum kvalitetum sum passa væl til EB/Streym. Vit síggja stórt potentiali í Lauritsi og eru sera glað fyri at hann spælir við EB/Streymi næstu 2 árini. Vit eru spent at fylgja hansara menning komandi tíðina, sigur ítróttarstjórin.


Laurits sjálvur gleðir seg nógv til nýggju avbjóðingina í Føroyum:

– Jeg er glad, stolt og taknemmelig for at skrive under med EB/Streymur. Klar til at arbejde hårdt, udvikle mig og give alt for holdet. Jeg glæder mig meget til at komme i gang, sigur Laurits Nørby.

EB/Streymur bjóðar Lauritsi hjartaliga vælkomnan í felagið og gleða okkum at síggja hann í blá svørta búnanum.