Skála Ítróttarfelag skrivar:
Suni Ernstsson og Skála Ítróttarfelag hava skrivað undir eitt ára sáttmála.
34 ára gamli Suni er skrásettur fyri at hava vart málið hjá besta liðnum í heili 149 dystir. Fyrstu ferð Suni vardi málið hjá besta liðnum var í 2010, tá felagið varð niðri í 2. deild at venda.
Nevnast kann fyri stuttleikar, at Suni eisini eigur onkran dystin í millum stengurnar í 3. deild, so hann hevur vart málið í øllum hugsandi vaksnamannaliðum hjá Skála.
Markus Hellisdal er uppvaksin í B36, men spældi eitt ár við EB/Streymi áðrenn hann kom til Skála at spæla í 2024. 23 ára gamli Markus er skrásettur fyri 53 dystir í fremstu deildini og 82 dystir og seks mál í 1. deild.
Í 2025 leikti Markus við 1. deildarliðnum hjá B36, men vit fegnast um at hann aftur í ár spælir undir Mýruhjalla.
Eins og Suni, hevur Markus skrivað undir fyri kappingarárið 2026.
Harumframt hevur Markus í Selvindi Nattestad skrivað undir ein tvey ára ungdómssáttmála.
17 ára gamli strandingurin fekk sínar fyrstu minuttir í 1. deild í fjør.
Ein spennandi ungur leikari.
Egin Tollaksson Kass legst aftrat venjaratoyminum. 28 ára gamli gøtumaðurin er giftur og búsitandi á Strondum. Vit ynskja honum hjartaliga vælkomnum undir Mýruhjalla
Myndir: Skála Ítróttarfelag




