Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2026 22:44

Eftirskúlin Rásin og serbreytirnar skipað fyri Serskúlamatch

Beinta Persdóttir Joensen, leiðari á Rásini í Saltangará (Savnsmynd: Eysturoyarportalurin)

Týsdagin 3. februar frá kl. 18:30 – 21:00 verður eitt forkunnugt Serskúlamatch á Rásini, í Saltangará. Hetta er fyrstu ferð at hetta verður roynt.

Umboð frá øllum serbreytum í Føroyum, tað eru; Serbreytin í TSK í Klaksvík, Serbreytin á Kambsdali, Serbreytin á Glasir og Serbreytin í Suðuroy og Eftirskúlanum Rásin fara at kunna um teirra sera góða skúlatilboð til ung frá 16 ár.

Eisini verða framløgur og til ber at fáa eitt prát og ein góðan kaffimunn.

Høvi verður eisini hjá teimum sum ynskja at søkja á Rásina at fáa hjálp og vegleiðing til útfyllan av umsóknarbløðum. Umsóknarbløðini hjá serbreytunum eru talgild og klár 15. februar 2026.

Skrá fyri framløgur

Kl: 18:45-19:00​ Serbreytin á Tekniska Skúla í Klaksvík

Kl. 19:15-19:30 Serbreytin á Kambsdal

Kl. 19:45-20:00 ​Serbreytin á Glasir, Tórshavn

Kl. 20:15-20:30​ Eftirskúlin Rásin​

Kl. 20:45-21:00​ Serbreytin í Suðuroy

Fyrireikarirnir vóna at síggja so nógv fólk sum til ber, bæði tey, sum ganga á serbreyt, avvarðandi teirra, tey sum ynskja at vita meira og tey sum møguliga kundu hugsað sær at roynt okkurt nýtt.