Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2026 18:28

Meting fyri viku 6, 2026

Savnsmynd (Eyp.fo)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann fær mest av hýsu og so toski.  Nýggju frystilínuskip er við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Brúkiligt fiskarí. Onkur kemur at landa í vikuni. Tvey eru við Ísland.

Útróður: Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar síðst í vikuni. Veðri verður  hampuligt, men við so hørðum streymi, so er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Fiskaríið er annars gott.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu.