Eysturkommuna skrivar á heimasíðu síni soleiðis:
Í dag var fráfaringarløta fyri Sakaris Guldbro, ið fer frá fyri aldur, nú hann fylti 70 ár í summar. Sakaris hevur arbeitt hjá kommununi í nærum 25 ár. Fyrst í Leirvíkar kommunu og síðani Eysturkommunu.
Vit vilja takka Sakarisi fyri góða og trúgva tænastu øll hesi árini og ynskja honum blíðan byr.
