Lesarabræv
Tá ein útlendingur fær arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, galdandi fyri 1 ár, hendir tað løgna, at bæði makin og børnini fáa RÆTT til uppihaldsloyvi í Føroyum. Makanum nýtist ikki at hava arbeiði fyri at fáa uppihaldsloyvi. Tað hendir nærum sjálvvirkandi, tí tað er lógartryggjaður rættur. Hetta er tað, sum eitur familjusamanføring.
Strikið familjusamanføringina
Tá lógin gevur hendan rættin til samfylgjandi familju, er tað sólarklárt, at nøkur síggja sær ein møguleika ígjøgnum hesa víðopnu hurðina inn í okkara samfelag. Tá blívur arbeiðsloyvið ein møguleiki hjá allari familjuni at seta búgv í Føroyum.
Danska útlendingalógin frá 1983 snýr seg nógv um at veita menniskjum í neyð friðskjól. Og onkursvegna tykist tann hugsanin at vera berandi í donsku útlendingalógini. Eg hugsi, at júst tann hugsunarhátturin – at veita menniskjum úti í heimi eina betri tilveru – er berandi í upprunaligu donsku útlendingalógini.
Tann parturin av útlendingalógini, sum snýr seg um friðskjól, er ikki galdandi fyri Føroyar. Tí hava Føroyar ongantíð tikið flóttafólk – við teimum fáu vælkendu undantøkunum.
Útlendingalógin er ikki gjørd til føroysk viðurskifti. Og serliga skipanin við familjusamanføring er als ikki gjørd til føroysk viðurskifti. Av tí einfaldu orsøk, at vit eru so fá í tali. Í vinnuligum framtakstíðun, sum vit hava havt mongu seinastu árini, har tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi hevur verið óvanliga stórur, kann tað henda, at talið av útlendingum í føroyska samfelagnum veksur við ótálmaðari ferð. Eitt arbeiðsloyvi kann lættliga hava við sær, at 4 fólk flyta til Føroyar. 1000 arbeiðsloyvi 4000 fólk. Hetta er avbjóðingin.
Tí eiga vit at strika familjusamanføringina
Nú siga nøkur, at útlendingar eisini eru menniskju. Sjálvandi vita vit tað. Og serliga sum føroyingar vita vit, at tað kann vera sárt at vera burturi frá familju í langa tíð í arbeiðsørindum.
Tað týdningarmesta er, at tá ein útlendingur søkir um arbeiðsloyvi í Føroyum, so kennir hann treytirnar. Eru treytirnar, at hann ikki kann fáa samfylgjandi familju við sær, fer tað at henda, at nøkur ikki velja Føroyar, meðan onnur, sum væl kunnu liva við slíkari treyt, velja at søkja arbeiði í Føroyum. Við tí frammanundan kendu treyt, at tá arbeiðsuppgávan er avgreidd, flytir viðkomandi aftur til sítt heimland.
Um vit strika rættin til familjusamanføring, ið hvussu so er fyri tey fyrstu 3-5 árini, fara munandi færri útlendingar at seta búgv í Føroyum. Og tá verða krøvini til integratión og integratiónspolitikk eisini færri. Og harvið almenni kostnaðurin av at tillaga føroyska samfelagið til multietnisku avbjóðingina.
Gera vit hesa lutfalsliga einføldu broyting, nýtist okkum ikki at óttast innrás av útlendingum, hvørki muslimum ella øðrum.
Bill Justinussen
