Eiðis kommuna
Týskvøldið 27. januar var fagnaðarløta fyri rógvarum hjá Eiðis róðrarfelag eftir sera góð avrik til DM í Gladsaxe. Tilsamans vunnu teir seks rógvararnir 17 heiðursmerki: 5 gull, 9 silvur og 3 bronsu.
Hátíðardámur var í luftini hetta kvøldið í Hólmahúsinum. Guðrun Ejdesgaard, forkvinna róðrarfelagsins, og Jógvan í Skorini, borgarstjóri, søgdu nøkur orð, og eftir hetta var møguleiki at avmynda dugnaligu rógvararnar, sum veruliga gjørdu um seg í Danmark.
Til hátíðarhaldið varð eisini kunngjørt, at Eiðis róðrarfelag hevur sett nýggjan venjara. Talan er um 41 ára gamla klaksvíkingin John Reid Ziska Jacobsen.
Við hesum vil Eiðis kommuna ynskja Victoriu, Onnu Drós, Jóhonnu, Róki, Eyðbjørg og Eiðis róðrarfelag annars hjartaliga tillukku við flotta avrikinum.
Myndir: Eiðis kommuna











