Vinnulívsmaðurin og forstjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, eisini kendur sum Regin á Bakka, gerst 60 ár í dag.
Hann føddur 27. januar í 1966. Hann er sonur Hans og Oddvør Jacobsen á Glyvrum.
Longu sum smádrongur byrjaði Regin Jacobsen at arbeiða niðri á Bakkafrost, tá ið hann hjálpti pápa sínum, Hans á Bakka, niðri á gamla virkinum við at arbeiða sild.
Og sum einans 23 ára gamal, í 1989, gjørdist hann stjóri í felagnum.
Regin hevur verið við mest sum allan vegin, frá byrjanini, tá ið sildin varð grundarlagið, og fram til dagin í dag, har laksurin nú er grundarlagið.
Hann hevur, saman við mongum øðrum framfýsnum fólki, verið við til at flutt og ment Bakkafrost samtakið, til tað sum vit kenna í dag.
Hetta hevur eisini viðført, at Bakkafrost í dag, er eitt av heimsins størstu feløgum innanfyri laksaframleiðslu í øllum heiminum.
