Byggifyritøkan Articon er høvuðsarbeiðstakari at byggja nýggju turrdokkina á Skála. Felagið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Arbeiðið við nýggju turrdokkini á Skála gongur sum ætlað. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við eini fyribilsbyrging, sum skal tryggja, at arbeiðið kann fara fram á turrum.
Byrgingin er gjørd úr spunsi og fylt við 20.000 tonsum av sandi, sum felagið Sandship hevur ført á staðið.
Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp.




Myndir: Articon