Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Seinnapartin hækkar hann í eystan og minkar niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað við sólglottum og bert einstøk æl. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin millum 2 og 7 stig, í nátt kaldari niður ímóti frostmarkinum.
Sólarris: 09:17 Sólsetur: 16:01
