Nú fara B68 viðhaldsfólk enduliga at fáa tak yvir høvdið.
Áskoðaraskýlið, sum skjøtil varð settur á í 2025, er nú komið so væl áleiðis, at tað verður væntandi avhendað til Nes kommunu í februar mánað í ár.
Tað er byggifyritøkan á Toftum, KBH, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.
Talan er um tvey skýli, eitt niðanfyri, og eitt omanfyri verandi ítróttarhús á Svangaskarði, og fara tey at rúma umleið 300 áskoðarum tilsamans.
Myndir: Eysturoyarportalurin









