Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2026 10:35

Meting fyri viku 4, 2026

savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Landar síðst í vikuni. Nýggju frystilínuskip er við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Brúkiligt fiskarí.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Tað verður hampuligt veður ein part av vikuni, so tað verður vantandi nógvur útróður. Fiskaríið er gott.

Djúpvatnstrolarar: Fýra eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Tveir landa mánadagin, meðan hinir neyvan landa í vikuni.

Partrolarar: Fýra pør eru á landgrunninum og fiska upsa og nakað av hvítfiski.