Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.01.2026 08:10

Veðrið: Mikudagin 14. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til hósin á middegi kl 12:00.

Lot til frískt lot vestan, sum líðandi lækkar niður í útsynning, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin í morgun frá frostmarkinum og upp í 4 stig, seinni í dag upp í 8 stig.
Í kvøld og í nátt frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður ella regn. Hitin 3 til 8 stig.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Sólarris: 09:34 Sólsetur: 15:38