Eysturkommuna
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsprøku og tungu.
Skrá:
Vælkomin
Framløga 1: “Ílegukanningar av gulllaksi undir Føroyum – Fyrstu úrslitini”
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, lektari á NVD á Fróðskaparsetri Føroya, leggur fram úrslit frá verkætlan síni um ílegukanningar av gulllaksi, sum millum annað er stuðlað av Fiskivinnugransking, Granskingarráðnum og Tavuni.
– Kaffisteðgur –
Framløga 2: “Reyðsprøka og tunga undir Føroyum”
Hannipoula Olsen, fiskifrøðingur á Havstovuni, leggur fram úrslit um lívfrøði og stovnsmeting hjá reyðsprøku og tungu undir Føroyum, sum eru partar av verkætlan, stuðlað av Fiskivinnugransking, FISF og Felagnum Trolbátar.
Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.
