Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.01.2026 15:06

U18 flogbóltsgenturnar vunnu fyrsta dystin

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Við sannførandi sigrinum á Lichtenstein, hava genturnar við stórum sannlíki longu leikt seg í hálvfinaluna í EM undakappingini í Dublin í Írlandi.

Við settúrslitunum, 25-14, 25-12, 25-21, vunnu føroysku U18 genturnar ein sannførandi 3-0 sigur á Lichtenstein. Frá byrjan av dystinum var ongin ivi um, at Føroyar var betra liðið. Hetta hóast, at føroyska spælið var rættuliga nógv darvað av nervum.

Í endanum av øðrum settið og gjøgnum alt triðja sett gjørdi venjarin, Marjan Nikolic, broytingar á liðnum, soleiðis, at flestu leikararnir komu á vøllin.

Seinni í dag, kl. 17, leika føroysku genturnar ímóti Íslandi. Hetta er dystur, sum avgerð, hvat lið vinnur bólkin. Tá hetta er sagt, verður ginguð út frá, at Ísland eisini vinnur á Lichtenstein í morgin.

Hálvfinalurnar verða í morgin kl. 19.30