Mynd: NSÍ
NSÍ og Dion Splidt hava gjørt sáttmál.
Dion er 33 ára gamal og álopssinnaða miðvallaran. Hann hevur spælt 156 dystir í bestu deildini, har hann hevur skotið 24 mál. Hann hevur áður umboða feløguni: KÍ, Víking, ÍF, AB og B68.
NSÍ sigur soleiðis:
Tað hevur stóran týdning í einum menningarumhvørvi, at talan er um eina hóskandi blanding av royndum leikarum og ungum evnaríkum leikarum. Dion gevur okkara hópi nógvar royndir, og sum skilst, so er hópurin við hesi undirskriftini tætt við at verða klárur. Vit hava tó frætt, at møguliga er onkur leikari á veg afturat.
