Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.01.2026 10:47

Pensjónistar eru vorðnir munandi ríkari seinastu árini

Sámal Sunnudag

Ein dag í august fekk eg hesi boð sendandi á messenger frá einum pensjónisti, ið kærdi sína neyð. “Pensiónistar og barnafamiljur mugu fáa ein lætta. Nógv fara døgurðaleys í song. Í fjør fingu øll uttan pensiónistar lønarhækking. Men inflatiónin hevur aldrin verið verri. Mvg á matvørum má vekk.”

Ivist onga løtu í, at pensjónstilveran er trupul og óvirðlig hjá mongum, men eg kenni meg noyddan at vísa á, at pensjónistar ikki eru nakar homogenur bólkur. Samstundis sum tað finnast ávísir pensjónistar, ið knapt eiga til mat í munnin, er ein vaksandi bólkur av pensjónistum, ið liva eitt lív í sús og dús. 

Hetta er onkursvegna “politiskt ókorrekt” at siga, tí í føroyska eldradiskursinum verða pensjónistar ofta umtalaðir sum neyðardýr – so mikið ofta at tað nærum verður sæð sum ein sannleiki. Men veruleikin er meiri fjølbroyttur enn so. Eg havi lagt eina mynd av inntøkubýtinum hjá føroyingum í pensjónsaldri (67+) við. Talan er um tøka inntøku, tvs. inntøkur eftir skatt og gjøld. Hagstovan skrivar í viðmerkingum til talvuna, at hesar inntøkur eru taldar við: – Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki. – Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur og lestrarstudningur. – Ognarinntøka, so sum rentuinntøkur og virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur”

Les meira her