Tað verður einki umval í Runavíkar kommunu týsdagin 13. januar. Tað hevur Føroya Rættur avgjørt fyri løtu síðani.
Tað gjørdist greitt, tá ið dómarin fyri løtu síðani boðaði frá úrskurðinum um, at sakarmálið hjá teimum fimm býráðslimir í Runavíkar kommunu.
Tey fimm, Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Petur Hansen og Jóhan Vest, stevndu Fíggjarmálaráðið og avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum um at ógilda kommunuvalið í Runavík í november 2024.
Og hevur Føroya Rættur sostatt í dag avgjørt, at EINKI umval verður nú týsdagin í Runavíkar kommunu.
Les eisini: Býráðslimir hála Fíggjarmálaráðið í rættin
Mynd: Eysturoyarportalurin











