Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Landar fyrst í vikuni. Eitt frystilíniskip er á Íslandsrygginum, sjey eru við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Tann á Íslandsrygginum fær eisini nakað av svartkalva.
Útróður: Streymurin er brúkiligur. Tað verður hampuligt veður ein part av vikuni, so tað verður nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Vantandi landa allir í vikuni.
Partrolarar:Tvey pør eru á landgrunninum og fiska upsa og nakað av hvítfiski.
