Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.01.2026 13:06

Desembur 2025 – hvussu hann royndist til veður

Mynd: Veðurstova Føroya

Veðurstova Føroya

Nú er desembur 2025 farin um bak – hvussu royndist hann til veður?

Veðurkortini í desembur

Næstan allan mánaðin var eitt máttmikið hátrýst yvir Evropa og eitt annað yvir Grønlandi. Tey broyttust ikki nógv, fluttu seg bert eitt sindur ein veg ella annan veg, og mátturin í teimum var somuleiðis mestsum tann sami næstan alla tíðina. 

Lágtrýstini tóku seg upp, sum tey plaga, yvir USA ella Kanada og tóku eina leið eystureftir ímillum hátrýstini yvir Grønlandi og Evropa og ímóti okkum. Fyrstu 10 dagarnar komu tey beint á Føroyar og fóru víðari eystureftir eitt sindur sunnanfyri. Tað hevði við sær eysturætt og landsynning saman við regni úr brúgvaløgunum, sum komu við lágtrýstunum. Tað var lýtt, og næstan ikki ein dagar var turrur. 

Vanligt veður fyrstu 1½ vikuna av desembur í fjør. Tung regnskýggj og stórar áir. 

Mynd: Sólja Fríða Jóanisdóttir.

Hetta mynstrið helt sær til 10. desembur. Tá førkaði hátrýstið yvir Grønlandi seg eitt lítið sindur norðureftir, og lágtrýstini fóru tí at ganga ímóti Íslandi. Ættin í Føroyum næstu tvær vikurnar legði seg millum sunnan og útsynning. Brúgvaløgini gloymdu okkum ikki. Tey løgdu leiðina framvið, og heilt fram til jóla var lýtt og okkurt avfall næstan hvønn dag.

Aftari kantur av einum samanrunnum brúgvalagið, sum fór norðurvið 17. desembur. 

Mynd: Jógvan Páll Jensen

Støðumynd 10. desembur klokkan 00. Tað djúpasta lágtrýstið, sum kom til Føroya allan mánaðin. Barometrið hjá Veðurstovu Føroya við Hoydalsvegin í Havn vísti 957,5 hPA – svarandi til 963,8 hPa við havflatan (reduserað lufttrýst). Ringasta veðrið allan mánaðin, líka fram til gamlaárskvøld var hesa náttina. Stormur norðaneftir ta løtuna, lágtrýstið fór eysturum. Mynd: Deutche Wetterdienst (DWD)

Jóladagarnar sóust broytingar í forsøgnunum fram til nýggjárs. Hátrýstið yvir Evropa gekk norðureftir og legði seg um okkara leiðir. Vit høvdu lítlan vind av ymsum ættum og kølið, men sum frá leið fór køld luft úr Norðurgrønlandi at reka ímóti okkum. Tann kavin, nógv høvdu spurt eftir fyri jól, kom beint áðrenn nýggjár, og hitametið fyri mánaðin stóð fyri falli.  

Støðumynd 31. desembur klokkan 24. Endiliga kom kavin! Kuldin hesa løtuna kom luftin beint av Norðpólinum, og kavaælini vóru mong í og aftan fyri kuldabrúnna, sum á kortinum er komin suður til Skotlands. Gamlaárskvøld var veðrið eitt sindur ótespiligt. Trái vindurin við kavaælingi í vindi upp ímóti stormi av útnyrðingi norði, fingu fyrireikarar av fleiri nýggjárshaldum at framskundað bál og fýrverk. 

Mynd: Deutche Wetterdienst (DWD)

Hvat vísa miðaltølini hjá okkum so fyri desembur 2025? – vit hava hugt eftir mátingum og hagtølum.

Vindferðin

Vindmáting í Havn fyri desembur 2025. Miðalvindferðin var 6,7 m/s. 10. desembur var illveður eina løtu. Miðalvindurin var 28,1 m/s (hvassur stormur); hvirlurnar upp í 35,5 m/s (ódn). 

Kelda: Veðurstova Føroya

Ættin

Allar ættirnar eru umboðaðar á myndini niðanfyri, men als ikki í sama mun. Hann lá fyri tað mesta úr høgari eysturætt niður í sunnan fyrstu 10 dagarnar, og haðani og fram til millum jól og nýggjár lá hann støðugur millum sunnan og útsynning. Seinastu 3-4 dagarnar í árinum var hann útnyrðingur.

Hitin

Desembur telist, sum flestum kunnugt, millum kaldastu mánaðirnar. Hann er kaldastur mánaði okkurt árið, men í miðal yvir 30 ár eru januar og februar kaldari. Frá 1961 til 1990 var miðalhitin í desembur í Havn 3,7 stig. Frá 1991 til 2020 var hann 4,5 stig.

Í Tórshavn hava hitamátingar verið gjørdar heilt aftur til 1873. Mesti miðalhitin máldur í desembur var í 1933. Tá var miðalhitin 7,0 stig. Kaldasti desembur mánaður var í 1878. Tá var miðalhitin 0,3 stig.

Miðalhitin í desembur í fjør var 6,8 stig. Tað er nakað væl oman fyri miðalhitan, bert 0,2 stig undir metinum.  

Lágættin sæst eisini í hitamátingunum. Hitalagið var støðugt fram til jóla. Eftir jól nakað skiftandi. Miðalhitin var 6,8 stig. Mesti hiti var 11,5 stig; minsti hiti -1,4 stig.

Kelda: Veðurstova Føroya.

Avfall

Viðvíkjandi avfalli, so regnaði tað í miðal 157,3 mm í desembur í Havn frá 1991 til 2020. Í desembur í fjør (2025) regnaði 94,5 mm. Hóast nógvar dagar við regni, so var mongdin bert góð helvtin av miðaltalinum. Fyri 14 árum síðan, í 2011, komu 316 mm niður í desembur. Vátasti desembur mánaði síðan 1873 var í 1884. Tá komu 246,8 mm niður. Tann turrasti var 1976: 38,1 mm.

Regnmáting í Havn í desembur 2025. Samlaða avfallsmongdin var 95,4 mm. Mesta avfallið var um miðjan mánað. Turt á jólum, og kavi á nýggjárinum. 

Kelda: Veðurstova Føroya