B68 skrivar:
Tað verður Martin Jarnskor, sum skal venja 2. deild í ár.
Martin er ættaður úr Gøtu, men býr á Toftum. Frá 2014-2016 spældi hann við 1. deild hjá B68, og var Martin toppskjutti í 2014, tá B68 flutti upp í bestu deildina.
Martin hevur tvey tey seinastu árini verið hjálparvenjari hjá NSÍ kvinnum í Betrideildini.
Martin gleðir seg til uppgávuna og er spentur uppá at byrja venjingina.
Petur í Túni Petersen og Ingvard Emil Ronaldsson hava verið venjarar hjá 2. deild í 2025. B68 takkar teimum fyri góða innsastin
