Nes kommuna
Røðan, sum Jóannes Hansen, miðnámsskúlalærari, helt nýggjársaftan á Svangaskarði–
Háttvirda samkoma
Vit eru sosial, og tað er náttúrligt, at vit trívast saman við øðrum, og tað er ikki sum tað eigur at vera, um vit velja bara at vera fyri okkum sjálv.
Inntil fyri ikki heilt nógvum árum síðani bar tað ikki til at liva og virka, uttan at tað var í samstarvi við onnur.
Nú ber tað til hjá fleiri at liva og virka og framleiða heima við hús og uttan at hava fólk rundanum seg. Tá er avbjóðingin ikki at fella í grøvina bara at vera fyri seg sjálvan, og tað er álvarsamt og krevur tilvitan um tað neyðuga í, at menniskja eigur ikki at trívast, uttan at tað er í samstarvi og samvinnu við onnur. Ikki minst børnini eiga at vera í felagsskapi og fleiri felagsskapum.
Í summar fylti eg 70 ár, og harvið havi eg livað í tvey ættarlið. Tá ið eg varð føddur í 1955 vóru tað framvegis fólk á lívi, sum vóru fødd í 1870, tá ið læraraskúlin sá dagsins ljós, og áðrenn føroyska málið hevði vunnið seg fram at vera høvuðsmál, og foreldrini hjá hesum livdu í tíðini við einahandli, og onkur teirra mintust aftur til, tá ið Nólsoyar Páll og onnur fyrst í 1800 talinum stríddust fyri at Føroyar og føroyingar skuldu fóta sær og í framleiðslu og mentan og sum samfelag skuldu flyta seg.
Tað ber ikki til í orðum at lýsa, hvussu nógv er hent, og hvussu nógv Føroyar hava flutt seg hesi stívliga 200 árini.
–
Verðin er myrk og ótrygg, ræðist hvønn nýggjan dag,
men tann sál, sum er frelst, kann hvíla trygg og glað,
yrkti Petur Háberg fyri meiri enn 70 árum síðani, og hetta hevur ongantíð kenst meiri viðkomandi enn í dag.
Í fyrradagin setti Samuel Rachlin so beinrakið orð á gongdina síðani seinna heimskríggj.
Tá var dagsskráin at halda Sovjetsamveldinum burtur, hava amerikanararnar hjá okkum og at halda týskararnar niðri. Teir sum settu eld í Europa í 1939.
Hetta endurgav Samuel Rachlin eftir fyrsta NATO aðalskrivaran Hastings Ismay úr Bretlandi. Rachlin er kendur danskur tíðindamaður og rithøvundur. Foreldrini – Rachel og Israel – vóru jødar, sum búðu í Litava, og tá ið Stalin tók baltisku londini, vórðu tey í 1941 deporterað til Sibiria, har tey vóru í 16 ár, og har var Samuel føddur. Hann var 10 ára gamal smádrongur, tá ið tey í 1957 komu úr ræðuliga Sibiria og kommunistiska einaræðinum og fluttu til Danmarkar, haðani mamman var ættað. Tey búðu í Gladsaxe, ikki so langt frá har í Søborg, sum vit búðu frá 1979 og fram til 1984.
Í áttatiárunum var Samuel Rachlin tíðindamaður í Moskva hjá Danmarks Radio, og seinni var hann TV2 tíðindamaður í USA.
Og Samuel spinnur víðari um tað, sum NATO aðalskrivarin segði fyri 75 árum síðani:
Nú er setningurin hjá NATO og teimum sameindu í Europa at halda Trump burturi, at halda Putin niðri og Europa uppi.
Leiklutirnir eru koppaðir á høvdið, og inntil fyri stuttum var hetta óhugsandi. Føroyingar og toftamenn hava verið nógv í Grønlandi og róð út og við línubátum og trolarum. Onkur hiðani búsettu seg har yviri, og tað eru framvegis nógvir føroyingar og fleiri á Toftum, sum sigla og arbeiða í Grønlandi. At USA ætlar at taka Grønland var inntil fyri fáum árum síðani heilt óhugsandi. Nú er tað ikki óhugsandi, at Trump fer at royna at gera tað. Kanska í 2026.
Vit fylgja við úti í heimi, og vit takka fyri okkara land og okkara lokalsamfelag og okkara sosialu relatiónir.
–
Í gjárkvøldið vóru tveir menn í telefonini.
Annar er úr eini av minnu bygdunum í Norðoyggjum, og hin er gøtumaður.
Norðoyingurin ynskti gott nýggjár, og hóast hann í summar brádliga og óvæntað misti mammuna, so hevur hann raðfest at gleðast um okkara kæra land og umstøðurnar, sum vit liva undir. Hann er positivur, og hann segði seg hava eina góða kenslu, tá ið hann hugdi út ígjøgnum vindeygað og sá stórslignu fjøllini, sum í góðveðrinum seinastu vikurnar hava staðið serliga brøtt, meðan mánin hevur spælt yvir vágum og firðum og sundum og víkum, sum hava ligið í silvitni. Styrkin at koma víðari kemur frá Harranum, segði hann.
Og so legði hann aftrat, at har úti hjá tykkum er tað heilt øðrvísi – so slætt og frítt og opið. Og har úti hava tit so nógvan sang og kór, og eg kundi ikki annað enn geva honum rætt og hugsaði um, at tað ikki er komið av sær sjálvum, at sanglívið er so ríkt. Tað eru tey, sum í nógv ár hava gjørt mun, tá ið tey í felagsskapinum hava raðfest at brúka tíð og síni góðu evni at læra tey ungu.
Tá ið jólatræið varð tendrað fyri einum mánað síðani, bjóðaði kommunan okkum til kakao og bollar í kirkjukjallaranum, áðrenn vit í kirkjuni hoyrdu fleiri kór og bólkar. Í Rás1 síggja og hoyra vit Taborkórið undir leiðslu av óføru Jónhild skyldkonuni fagna fyrstu 25 árunum, og jólaaftan hoyrdu vit í Nebo fýra kór syngja – tvey barnakór, kvinnukór og ungdómskór – og so eru tað solistar og duettir og trioir og kvartettir í sali og missiónshúsi og ikki minst felagssangurin við góða undirspælinum. Hóast hon hevur fulltíðarstarv og Kjartan og seyðin og børn og barnabørn og ítróttin, so er Andrea á Regni skyldkonan ímyndin av teimum, sum í hesum høpinum raðfesta og gera mun.
Tað kemur væl við, at kommunan og myndugleikarnir raðfesta musikkskúlan. Tað er íløga, sum gevur stórt avkast, og sum tað ivaleyst átti at verið gjørt uppaftur meiri burturúr. Allar raðfestingar í børn og í at lætta um hjá barnafamiljunum eru skilagóðar íløgur – bæði upp á stutt sikt og longri. Í tí íløguni eru tað bara vinnarar og eingir taparar.
Og so eru tað tær, sum savnast í tilhaldinum í Vesturskini og menninir í Undirhúsinum, sum við Haldori skyldmanninum á odda eru óførir og í árinum, sum nú er við at takka fyri seg, fingu nýggj hølir, og sum av álvara eru við til at seta dám á lokala samfelagið. Eisini við sínum glaða sangi.
Gøtumaðurin, sum ringdi í gjárkvøldið, spurdi, um eg var liðugur at skriva taluna. Tað var eg ikki, og so gav hann mær tips at hava við í tí, sum nú verður borið fram.
Nakrir av bestu fótbóltsspælarunum í Føroyum eru toftamenn, segði hann. Jóan Símun hevur fyri stuttum tikið landsliðsmetið, og hann tók tað frá Fróða, sum hevði tað í nógv ár, og hvør spælir fótbólt á hægst støði av øllum føroyingum, spurdi hann og svaraði sjálvur: Jú, tað er Andrias í bestu deildini í Póllandi.
Eg takkaði fyri og helt, at tað eru eldsálir, sum í nógv ár hava lagt lunnar undir virksemið á Svangaskarði. Tað eru tey, sum raðfesta at vera um børn og ung, og tað ber sunnar relatiónir við sær og gevur avkast til lokala samfelagið, og so eru tað eitt nú Fróði og Jóan Símun og Andrias, sum skara framúr.
Og so spurdi gøtumaðurin, um eg hevði lagt til merkis tað, sum varð sagt í tíðindunum á middegi, tá ið tey umrøddu, at útróðrarbáturin Norðsøki úr Klaksvík nú eftir jól gjørdi ein so góðan túr á Føroya Banka.
Hvat var tað, spurdi eg, og gøtumaðurin svaraði: Jú, teir avreiddu á Toftum, og formaðurin á Norðsøka, Eyðálvur Vang, segði, at orsøkin til, at teir avreiddu her var, at her bar tað altíð til – gerandis og heilagt og árla og síðla – at sleppa av við fiskin, og at tænastan er so góð, sum Niclas og Arnhold og teirra menn á Landingarmiðstøðini veita. Tit hava nógv at fegnast um har úti, segði gøtumaðurin, og eg kundi ikki annað enn geva honum rætt. Eg takkaði fyri góðu orðini og legði aftrat, at tey í Gøtu eru frammarlaga á so nógvum økjum, og at tey eiga góðar felagsskapir, har relatiónirnar eru sterkar og sunnar.
Og so hevur tað gjørt mun her úti, at vit hava fingið fleiri gøtufólk at seta búgv her úti, sum seta nýggj ættarlið við. Her hugsi eg eitt nú um Ingrid Hansen hjá Hans Jákupi hjá Jussuni, Hanus Lómstein, Elin á Torkilsheyggi, Kristian Gunrim, brøðurnar Kaj og Poul Ennigarð, Eyðbjørn Petersen hjá Elinbjørg, sáli, Fríða Lómstein, sála, Jákup Gøthe afturvaldur nevndarlimur í Skipara og Navigatørfelagnum, Inga Olsen í Saltnesi, Julianna Nesá, Jóhanna Thomsen hjá Janusi, Elin Kristina Gøthe, Jógvan Joensen hjá Hannemi, systrarnar Margit Andersen og Anna Joensen, Símun Hansen hjá Maud, Atli Poulsen, Durita Olsen hjá Jens, Odma Osmundsdóttir, Maria Dalbúð, Jóhan Berg og Bjørg Djurhuus, sum saman við manninum Tummas Jóhan í Djónastovu av Eiði fyri stuttum hevur keypt hús undir Nesinum. Og so er tað Edla Gerðisá, kona Johnleif, leiðaran í kvøldskúlanum og virkin á so nógvum mótum. Eisini við at kunna okkum í fb bólkinum Túnatos í Nes kommunu um tað, sum gongur fyri seg her, og tað sum hevur við toftafólk aðrastaðni at gera.
Og tað eru ivaleyst tey, sum ikki eru nevnd her. Felags fyri hesi øll er, at tey gera mun í okkara kommunu, og gøtumaðurin takkaði og legði aftrat, at í Gøtu búgva eisini ófør fólk av Toftum, Nesi og Saltnesi. Soleiðis eru relatiónirnar so sterkar. So deiliga føroyskt og bygdasligt.
–
Og so standa vit her og siga 2025 farvæl. Í landi og samfelag sum á nógvum mótum telist millum tey fremstu yvirhøvur. Føroyar eru ikki fullkomnar, og vit fara ongantíð at røkka á mál. Men vit eiga miðvíst at arbeiða við menning og nýggjum avbjóðingum. Ein tann størsta er at fáa bústaðir til øll. Her er nógv avrikað í okkara kommunu, men tað er langt á mál, og vit eiga støðugt at vera tilvitað um, hvussu vit fáa ungdómin at raðfesta soleiðis, at hann velur framtíð í Føroyum. Eisini tí hann setur prís uppá relatiónirnar, og tí hann hevur brennandi ynski um at vera við til at gera mun.
Gamlaárskvøld í 1967 segði franski forsetin Charles de Gaulle, at nú valdaði friður í Fraklandi, og so langt, sum hann dugdi at síggja fram í tíðina við drúgvu royndunum á baki, fór friður at valda í landi hansara. Fýra mánaðir seinni stóð alt í einum eldi í París og kring landið. Síðani í øllum Europa og heiminum, og eftir 1968 hevur heimurin ikki verið tann sami, sum hann hevði verið.
Vit kenna ikki framtíðina, men tað vil ikki siga, at vit skulu sita hendur í favn og einki gera.
Prædikarin sigur, at
Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldri at heysta.
Líka lítið sum tú kennir leið vindsins, ella hvussu beinini verða til í lívi hennara, sum er við barn, líka lítið veitst tú, hvat Gud fer at gera, Hann, sum virkar tað alt samalt.
Sáa sáð títt um morgunin, og lat ikki hondina hvíla, táið líður móti kvøldi! Tí tú veitst ikki, hvat ið fer at lukkast, hetta ella hitt, ella um báðir partar verða góðir.
–
Um tað á nakran hátt ber til, so royni eg allahalgannadag at vera við til minningarhald teirra sjólætnu. Eisini tað er sosialur felagsskapur, sum vit vónandi framvegis fara at raðfesta.
Abbi mín á Toftum slerdi út av Zealous í september 1937, Hassi pápabeiggi doyði 40 ára gamal umborð á norskum skipi á veg til Genova í november 1966, tríggir ommubeiggjar mínir í Svínoy fórust á sjónum, og um vit fara longur aftur, so eru tað so mangir, sum fórust í dagsins stríði og strevi á sjónum. Eitt nú stóra skaðadagin 30. apríl í 1870, tá ið Túnibáturin Duen gekk burtur, og tað sótu tríggjar einkjur í Túni.
Fyrsta november í ár var veðrið so vælsignað. Eftir at kransarnir vóru lagdir við minnisvarðan kom eg í fylgi við Marius Danielsen. Vit tosaðu um veðrið, og tá ið eg nevndi, at royndirnar siga, at hjá okkum tørnar veturin ikki fyri fyrrenn eftir jól, so tók hann til, at Dánial Eli inni á Regni endurgav onkuntíð eftir pápa sín, at dagene længes, og vinteren strænges.
Hetta er so sera beinrakið. Tað er ikki fyrrenn stytsti dagur hevur verið, at veturin av álvara fer at gera um seg. Gott dømi um hetta er dagurin í dag. Heystið og veturin higartil hava verið framúr, og nú tørnar veturin fyri. Vendingin dagene længes og vinteren strænges er úr yrkingini hjá H. A. Brorson presti í Suðurjyllandi og seinni biskupi í Ribe í 1700 talinum – Her vil ties, her vil bies.
Eg spurdi ChatGBT, um sálmurin er á føroyskum. ChatGBT, sum seinasta árið er vorðið hent amboð, svaraði nei. Eg góðtók ikki svarið og skrivaði til skilakonuna Nicolinu Dahl í grannalagnum á Heygum í Klaksvík, og hon svaraði beinanvegin, at Janus Djurhuus hevur týtt sálmin, sum er nummar 286 í Sálmabókini og eitur Tolin bíða, trongdir líða. Hann hevur við sínum fínu gávum týtt sálmin eitt sindur leysliga.
Sálmurin var populerur í Suðurjyllandi, tá ið hesin parturin av Danmark í tíðarkeiðnum 1864 til 1920 hoyrdi til Týskland. At vera fremmand í egnum landi er ikki hugaligt, og sálmurin var tá roknaður at vera fosturlandssangur.
Og tað førir meg til eina uppgávu, sum vit øll í nýggja árinum kunnu vera við til at lyfta. Tað er at taka væl ímóti teimum fremmandu, sum hava búsett seg her. Tá ið vit komu her at búgva í 1987 var fólkatalið 1141. Nú búgva tað 1612 fólk í Nes kommunu, og tað hevur verið bæði upp og niður í fólkatalinum.
Jósef í Egyptalandi útlegði dreymin um sjey góð ár og sjey soltin ár. Eisini her hjá okkum hava tað verið góð ár og soltin ár, og soleiðis fer tað aftur at vera, hóast vit ikki tykjast rokna við tí. Niðurgongdin í búskapinum og stóra samfelagskreppan sást aftur í fólkatalinum, sum í 1996 var niðri á 1026. Tá ið Nykur var afturlatin, og báturin til Havnar gavst at sigla, sá einki út. Toftir og Nes kommuna var ein blindtarmur.
So var tað, at Niklas Foldbo og aðrir hugsjónarmenn her í kommununi bóru ætlanina um tunnil undir Tangafirði fram á torg, og vit kenna gongdina síðani. Nú eru vit mitt í landinum, og tað er stutt at ferðast allar vegir. Kostnaðurin kennist ivaleyst sum forðing hjá fleiri. Nú tunnilin forsvarar bæði seg sjálvan og tunnilin undir Skopunarfirði, vóna vit, at dreymurin verður til veruleika, at kostnaðurin fer at lækka og ferðslan harvið at økjast. Royndirnar siga, at ferðsluøkingin fer at verða lutfalsliga størri enn príslækkingin.
Í knapt 30 ár hevur fólkavøksturin verið 63,6 prosent. Í nítiárunum kendist kreppan mein, og fleiri kendu seg noydd at fara av landinum. Ein av donsku tíðindafólkunum, sum í hálvfemsunum var í Føroyum og royndi at lýsa kreppuna, ringdi og spurdi, um vit kundu tosa saman um hetta, og tá ið vit sótu um borðið, og hann spurdi, hvussu kreppan heilt ítøkiliga rakti her á Toftum, so bað eg hann koma út í tún. Og meðan vit gingu runt húsini, peikaði eg á grannahúsini og segði honum, at allir grannarnir hjá okkum undir Nesinum vóru fluttir av landinum – heimanfyri og innanfyri, omanfyri og niðanfyri. Eg skilti á prátinum, tá ið vit aftur sótu um borðið, at ítøkiliga dømið um avleiðingarnar av kreppuni sodnaðu í honum.
Nú er fólk í hvørjum húsi, og innanfyri hjá okkum á Høganesvegi er spildurnýggjur býlingur, sum óføru Helgi og Ben og KBH eiga stóran lut í.
–
Ein av avbjóðingunum hjá okkum øllum í nýggja árinum er at mynda relatiónir við nýggju borgararnar so teir verða partur av felagsskapinum og kenna seg inkluderaði – í grannaløgum, skúla og barnagarði, eldraøkinum, arbeiðslívi, trúarlívi, mentanarlívi og ítróttarlívi og so víðari.
Tá ið vit fluttu higar fyri meiri enn 38 árum síðani, kundu tey húskini teljast á fingrunum her á Toftum, har bæði maður og kona vóru tilflytarar. Rass og Maria vóru komin úr Danmark, Hanna og Sverri eru bæði ættað longri inni av Fjørðum, og so vóru tað Nordendal. Á Høganesvegnum vóru tað Margo og Harry og Philbrow. Kanska eg havi gloymt onkur, men tey eru ikki nógv.
Nú er tað í heilum, at vit heilsa nýggjum at vera vælkomnum, sum ikki hava røtur her í kommununi. Lat okkum vera tilvitað um, at tilvitað inkludering er týdningarmikil, tí eisini hesi eru saman við okkum øllum við til at menna bygdirnar og kommununa.
Tað snýr seg um relatiónir og raðfestingar, og tað ger einki, at vit øll taka tað til okkara, sum vísa Margretha drotning er endurgivin fyri at siga: Det vigtige er ikke, hvordan du ser ud eller hvad du har opnået. Men hvem du er, og hvordan du er overfor andre – dine venner og kammerater. Hvis man har så travlt med at opnå det bedste for sig selv hele tiden, kan man slet ikke se, hvordan andre har det.
Takk fyri og eitt av Harranum signað nýggjar ynski eg tykkum øllum.
