Lesarabræv
Hugleiðingar gamlaárskvøld 2025
“Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv!” Soleiðis byrjar Jóannes Patursson triðja og seinasta ørindi í sálminum Boðar tú til allar tjóðir, og heldur hann fram: “at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av;”. Hetta skal alt “tryggja føroyingunum her at byggja.”
Hetta er sjálvandi skrivað í eini heilt aðrari tíð – í 1905, tá ið Føroyar framvegis vóru sera merktar av siðbundnum, kristnum siðaarvi og undir ávirkan av eini spírandi tjóðskaparkenslu. Hetta var ein tíð, tá ið siðir, kristin virði og tjóðskapur so at siga vóru ein “tríeind”; ein tíð, tá ið samfelagið hevði ein greiðan rætning, tá ið tað mesta gekk upp í eina hægri eind, tá ið framburður var eitt felags mál. Umframt Jóannes Patursson bygdu Jákup Dahl, Mikkjal á Ryggi, Símun Mikal Zachariasen, Hans Andrias Djurhuus, Jógvan Waagstein, Victor Danielsen v.fl. síni mentanaravrik á hesa tríeind. Allir hesir høvdu eina greiða kós; eina sterka innaru kumpass.
Men sum øld er liðin, er alt fullkomiliga broytt. Vit liva nú í einum samfelagi merktum av rætningsloysi og uttan greiðan felagsnevnara. Felagsskapurin er í upploysn, kirkjan er merkt av “kulturkristindómi”, og tjóðskaparkenslan er vorðin eitt tómt hylki. Sjálvt føroyska málið tykist missa fótafestið eftir aldarlangt málstríð. Tað byrjar í smáum við fyribrigdum sum koduskifti, láni og athalli, ið leggja trýst á føroyska málið. Fer kavabólturin á rull, er ein skriða væntandi. Aldargamla mótstøðan ímóti donskum tykist tó blinda okkum fyri stóra vandamálinum: enskum.
Skaldið skrivar í øðrum ørindi: “Slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk, ið helt fast við fedramál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættarbandið; byggja tí enn hetta landið.” Men í dag stendur alt hetta fyri falli. Vit megna ikki so frægt sum at byggja hetta landið sjálvi, men mugu hava útlendingar í túsundatali at gera hetta fyri okkum. Vit eru í dag harrafólk í egnum landi – ímeðan “fasttraðkarar” gera tað strævna og skitna arbeiðið. Men í framtíðini kunnu vit væl enda sum gestir í egnum landi.
Ímeðan vit føroyingar missa okkara felags normar og virði, er hetta ikki galdandi fyri tey fólkini, ið koma higar at byggja land fyri okkum. Tey hava vón og ætlan um eitt betri lív. Í fyrstu syftu er talan um bíliga arbeiðsmegi, ið fyllir út tómrúm á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men í framtíðini fer hetta at leggja trýst á føroyskar normar og virði, leggja trýst á føroyskt mál, mentan og enntá lóggávu. Vit forsøma at tillaga tilflytararnar til okkara samfelag, og tað fer svitaleyst at merkja, at samfelagið í framtíðini má tillagast til tilflytararnar. Alt annað er ynskihugsan.
Føroyska tjóðin hevði í eldri tíðum eina kós, eitt endamál, ein sterkan felagsskap, men við seinmodernitetinum eru Føroyar – eins og flest allar aðrar vesturlendskar mentarnir – endaðar í “mentanarrelativismu”, soleiðis at vit ikki longur síggja “tað føroyska” – mál, mentan, siðir, virði – sum eitt við Føroyar, men sum ein av mongum møguleikum í einum fjølmentanarligum og globaliseraðum heimi. Við øðrum orðum tora føroyingar ikki longur at siga, at “tað føroyska” er tað rættasta fyri Føroyar, og at tilflytarar eiga at tillaga seg til føroyskt mál, føroyska mentan, føroyskar siðir og føroysk virði. Vit lata standa til – av ótta fyri at særa kenslur.
“Landið gevi eg tær tá, leingi tú har liva má, fólkið títt tá skal eg kenna, meðan øld um øldir renna”, skrivar skaldið í fyrsta ørindi. Men øldin rennur, ímeðan vit søpla okkara arv burtur. Tað er eingin sjálvfylgja, at vit framvegis tosa føroyskt í Føroyum um hundrað ár. Um vit ikki virða okkara arv, um vit ikki seta mørk, um vit ikki hava ein vilja, so vil føroyska tjóðin spakuliga fúna burtur, til hon at enda verður avloyst av rákum uttaneftir: máli, mentan, siðum, virðum. Sagt eitt sindur fýrkantað: gevast føroyingar at tosa føroyskt, eru føroyingar ei longur føroyingar. Tá eru Føroyar gaman í eitt fjølmentað land, men ei longur ein tjóð sambært mentanarligu tjóðarfatanini hjá Herder. Tað er ikki bert vantandi tillagingin hjá tilflytarum, ið leggur trýst á føroyska málið, men eins nógv tillagingin hjá føroyingum til enskt. Tilflytingin er tó við til at økja trýstið á føroyska málið, tí enskt verður nýtslumál á alsamt fleiri økjum.
Tjóðir doyggja sjáldan brádliga, men missa spakuliga sambandið millum fortíð og framtíð, blanda saman frælsi og líkasælu, meðan samanhangsmátturin ómerkjandi hvørvir. Tjóðin er sambært Benedict Anderson ein ímyndaður felagsskapur, og hvørvir felags “ímyndanar-førleikin”, hvørvir tjóðin eisini.
Vit syngja og røða um tjóðskap í veitsluhøpi, men tá ið rúsurin er av, eru tað pengarnir og globaliseringin, ið tala. Gamlaárskvøld mega vit saman við Christian Matras minnast tíð, ið var:
Fyri mangan góðan dag, ið var
drekk nú eitt glas við mær,
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var.
Men hendan tíð er farin og kemur ongan tíð aftur.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
