Tað hevur verið nógvur vindur í kvøld kring landið.
Í Fuglafirði fóru fýrverksbingjurnar hjá ÍF á flog. Tann eina endaði á sjónum, meðan sløkkiliðið í Fuglafirði fekk bjarga hinari áðrenn hon eisini fór út á sjógv.
Tann reyða kom upp á land aftur við sandin á Oyruni og varð hon hálað upp á turt og tryggja.
Onkrir smáskaðar, sum t.d. leyst órudd, flaggstengur og okkurt vegskelti er eisini farið í Fuglafirði, verður upplýst úr Fuglafirði.
Myndir: Eysturoyarportalurin




