Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.12.2025 21:31

Svimjihøllin í Runavík lat upp í dag (Myndarøð)

Mynd: Eyp.fo

Í dag lótu hurðanar upp í nýggja svimjihøllin í Runavík. Ein tilgongd sum hevur meira enn 60 ár á baki.

Hópin av fólki varð møtt upp til hátíðardagin sum Runavíkar kommuna skipaði fyri.

Stórskermur og hátalarar vórðu sett upp í ítróttarhøllini til m.a, røður og tá ið eitt nýtt spennandi tónleikaverk varð frumframført, sum lokali sangskrivarin og guitarleikarin, Niclas Johannesen, hevði skrivað til heiðurs fyri Bylgjuni.

Ein av stóru løtunum var eisini, tá ið sjálvur borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen fór í svimjibuksurnar og alment varð tann fyrsti sum kavaði í nýggja hylin.

Almenningurin fekk síðani høvi at síggja hvønn krók av nýggju svimjihøllini, sum er nýggjasti partur av stóra og prýðuliga ítróttarøkinum í Runavíkar kommunu.

Í svimjihøllinini eru tríggir hyljar, ein 25 metra svimjihylur við átta geilum, ein barnahylur og ein heitur hylur. Eisini hevur svimjihøllin eitt nýmótans vælveruøki.

Sum skilst, so letur svimjihøllin upp fyri almennari svimjing 1. februar 2026.

Myndir: Eysturoyarportalurin