Sámal Sunnudag
Sjálvstýri – áður: Sjálvstýrisflokkurin – hevur verið ein politiskur dvørgur heilt síðani seinna heimskríggj, tá ið Fólkaflokkurin – Radikalt Sjálvstýri – tók ta framburðshugaðu og loysingarhugaðu positiónina, ið Sjálvstýrsflokkurin hevði havt síðani aldarbyrjan. Hetta var m.a. tí at Jóannes Patursson, ið áður hevði verið berandi fyri Sjálvstýrisflokkin, skifti til fyrst Vinnuflokkin og síðani Fólkaflokkin. Men tað var eisini tí at um hetta mundi tók sjálvstýrishugurin dik á seg, soleiðis at bæði Fólkaflokkurin og seinni eisini Tjóðveldisflokkurin fingu vind í seglini og tóku nógv frá “móðurflokkinum”.
Les meira her
