Raðfesti friðarhugsjónina, tí hon bjargar menniskjalívum og er rættvís!
Áhugafelagið Føroyingar fyri friði vil við hesari heilsan ynskja øllum Føroyingum og heimsins fólkasløgum – heima og úti – eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Tað hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá friðarrørsluni, sum varð formliga stovnað á aðalfundi í MEGD húsinum 5. oktober við eini 5-fólka nevnd. Í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri varð í januar mánaða skipað fyri Friðarkonsert í Reinsarínum, í mai varð Friðarráðstevna hildin í Løkshøll og í juli varð fyriskipað afturvendandi Friðargonga frá Løgtinginum út í Tinganes.
Vit í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði vilja takka øllum teimum mongu, sum tóku lut í nevndu friðartiltøkum, tað verið seg luttakarar, áhoyrarar og stuðlar.
Síðani stovnanina hevur friðarrørslan havt ein nevndarfund og sent tvey hoyringsskriv til Løgting og Landsstýri, ávíkavist viðvíkjandi lógaruppskoti um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina og um mannarættindi. Eisini er Løgmansskrivstovan kunnað um, at friðarrørslan ynskir at verða formligur hoyringspartur í viðkomandi málum, sum nema við endamálsorðingina hjá friðarrørsluni, ið er soljóðandi:
- at virka fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond,
- støðugt at virka fyri vápnaavdubbing,
- at virka fyri øktum forstáilsi fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum og javnstøðu, umframt virka fyri diplomatiskum loysnum.
Eisini hevur friðarrørslan hitt lærustovn á máli við ynski um at hava framløgu um friðarhugsjónina, og umbøn er send Kommunufelagnum viðvíkjandi limaskapi og stuðli annars.
Tí ávísur stuðul skal til fyri at reka eina virkna friðarrørslu, sum byggir á sjálvboðið arbeiði, men har kostnaður er av at fyriskipa friðartiltøk av ymiskum slag.
Í løtuni er limatalið í friðarrørsluni 19. Vit fegnast um teir góðu limir, vit hava, men vit kundu sjálvandi ynskt okkum fleiri, tí tað ger friðarboðskapin sterkari og sjónligari í samfelagnum. Fólk eru tí vælkomin, at tilmelda seg sum lim í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði við at gjalda kr. 100,- árliga fyri einstaklingar og kr. 200,- fyri felagsskapir, feløg, fyritøkur og kommunur inn á kontu 9865-3372086. Tað er eisini møguligt, at stuðla friðarrørsluni við øðrum upphæddum, enn teimum nevndu.
Vit hava søkt um limaskap í norðurlendsku friðarrørsluni, nevnd Nordisk Fredsalliance. Endamálið við norðurlendska limaskapinum er at breiða út føroyska friðarboðskapin til onnur lond, sum eisini mennir føroysku friðarrørsluna.
Stovnandi aðalfundurin í oktober samtykti, at flyta aðalfundin til februar. Tí verður aðalfundur longu aftur í friðarrørsluni um góðar 2 mánaðir. Harumframt verða friðartiltøk eisini fyriskipaði komandi ár. Nærri kunning um aðalfundin og friðartiltøkini kemur seinni.
Tíverri økjast í hesum døgum útreiðslur á heimsstigi, og eisini í Evropa, til hernaðarendamál samanhildið við, at millumtjóða kríggj og borgarakríggj altjóða eisini økjast í tali. Tí er arbeiði hjá eisini einari føroyskari friðarrørslu alneyðugt. Okkara boðskapur um frið millum heimsins lond og virðing fyri menniskjarættindum og mentanum hjá fólkasløgum hevur stóran týdning í dag og í komandi tíðum.
Í hesum sambandi eigur friðarboðskapurin á jólum, at eggja okkum øllum til at arbeiða við friðarhugsjónini alt árið og saman við øllum menniskjum. Tí í síðsta enda er tað friðarhugsjónin, ið forðar fyri kríggjum og bjargar menniskjalívum, og sum skapar eitt rættvíst og virðiligt samfelag fyri øll.
Tórshavn, jólaaftan 2025
Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði
Henrik Weihe Joensen, forfólk Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk
Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur Petur Asano, nevndarlimur
Ólavur Weihe Joensen, skrivari
