Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.12.2025 15:30

Í dag er Tollaksmessudagur

Skarðsbygd í 1898

Tollaksmessa er í dag 23. desember. Heitið tollaksmessa ella tollaksmessudagur verður nýtt í Føroyum og Íslandi.

Tollaksmessudagur er uppkallaður eftir íslendskum biskupi, nevndur Tollakur Tórhallsson, sum varð føddur á Líðarenda í Íslandi í 1133, og doyði tann 23. desember 1193.

Her í Føroyum er dagurin serliga kendur fyri syrguligu vanlukkuna í 1913, tá ið millum annað, Skarðsbáturin gekk burtur.

Tá druknaðu heili 19 mans. Tríggir bátar úr Norðoyggjum gingu burturhenda dagin – ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og Skarðsbáturin. Eftir hesar 19 menninar sótu 13 einkjur við 43 børnum yngri enn 15 ár.

Tollaksmessudagur var í Føroyum fastur dagur at stoyta kertu. Og tollaksmessuaftan varð roykstovan vaskað upp og niður.

Spjaldur