Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt einstakt ælið. Sum frá líður fer ættin upp í vestan, tað verður smáskýggjað og turt. Í nátt lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, framvegis smáskýggjað og turt. Hitin 5 til 10 stig, men út á kvøldið og í nátt niður í 2 til 7 stig.
Sólarris: 09:51 Sólsetur: 15:00
