Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.12.2025 10:40

Í dag er stytsti dagur í árinum

Í dag, 21. desember, er stytsti dagur og nú fer endiliga at ganga móti ljósari tíðum, sambært álmanakkanum.

Í morgun reis sólin kl. 09:50, meðan hon setur longu kl. 14:59 seinnapartin.

Tí í dag er stytsti dagur á norðaru hálvkúlu, og nú fara dagarnir so smátt at leingjast aftur.

Jólini vóru vetrarhøgtíð hjá víkingum, meðan í dag er tað høgtíðin tá ið vit hátíðarhalda Kristus føðing.

Í byrjanuni longist dagurin bert spakuliga, men sum frálíður, longu fyrstu vikurnar í januar, sæst týðuligur munur á.