Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2025 12:16

Nýggjur havmyndil fyri Føroyar

Veðurstova Føroya

Nýggjur havmyndil fyri føroyska sjóøkið mentur á Veðurstovu Føroya.

Far2025 12 16 Pubvelocityvector D1 00283

Havtoymið á Veðurstovu Føroya (Knud Simonsen, Jari í Hjøllum og Bárður A. Niclasen) hevur síðani á sumri 2024 arbeitt við at menna ein havmyndil fyri føroyska sjóøkið. Nú er komið so langt, at fyrsta ”beta” útgávan er løgd á heimasíðuna.

Við í myndlinum eru:

  • Eitt sjóøkið, ið fevnir um allan landgrunnin og næstu bankarnar vestanfyri.
  • Stutt millum roknipunktini niður í 50 m inni við land, men longri millum roknipunktini úti á djúpum havi.
  • Astronomiska sjóvarfallið við 8 konstituentum.
  • Avrenning við áunum, sum tó er savnað í 279 høvuðsáir og fyribils við miðalavfalli.

Í hesari fyrstu sleppingini eru kort, sum vísa vatnstøðuna og rákið fyri hvønn hálva tíma frá degnum undan og 5 dagar fram. Hetta eru úrslit frá koyringum við myndlinum, sum sjálvvirkandi verður settur í gongd at rokna hvørt samdøgur við seinastu tøku tølunum fyri drívkreftunum. Fyribils er bert ávirkanin av sjóvarfallinum og áunum við í myndlinum. Arbeitt verður við at knýta havmyndilin saman við veðurforsagnirnar, soleiðis at ávirkanin av veðrinum á rák og vatnstøðu eisini er við.

Myndilin sæst á www.vedur.fo/fo/havkort .

Flóð og fjøra kring oyggjarnar.
Flóð og fjøra kring oyggjarnar.