-eitt 70 ára minni
Jógvan Hammer av Eiði hevur forvitnsliga frágreiðing av hending í “Gamlar myndir á Eiði“, tá ið russiskt/sovjetskt skip fór á land á Eiði í ódnarveðrið í 1955.
Fyri júst sjeyti árum síðani hendi ein rættiliga skakandi hending á Eiði.
Tað var hósmorgunin, hin 15. desember 1955, í lýsingini, um 7 tíðina, at eitt russiskt fiskiskip, sildaskipið Yakut fór á land í Taravíkini niðri á Møl á Eiði. Skipið, ið var um 200 tons til støddar, var skrásett í russiska økinum Kaliningrad við Eystarasalt, og hevði skrásetingartnummarið 186. Manningartalið var 25. Bjargingarstólur varð riggaður til av landi, og allir menninir komu frá vanlukkuni á lívi. Ein hevði tó brotið høgra bein, og vinstri fótur var illa løstaður. Hesin varð tí sendur til Havnar á Dr. Alexandrines Hospital. Restin av manningini varð sama seinnapart tikin umborð á russiska sleipibátin ”Purgan”, sum var komin inn á Eiðisflógva eftir teimum.
Hildið var, at skipið hevði mist róðrið, og at hetta var orsøkin til, at skipið fór á land. Onnur hildu, at teir mundu hava ætlað at farið ígjøgnum Djúpini, og høvdu mistikið seg í myrkri og kavaroki. Høgættarstormur var, og nógv brim.
Sjálvur var eg 13 ára gamal. Vaktur henda morgunin, royndi eg sum skjótast at koma oman á Møl. Royndi at súkkla, men illa gekst. Komin oman á Seyðagøtu var vindurin so nógvur, at tað bar als ikki til, so eg mátti leiða súkkluna restina av vegnum. Hjá mær hevði eg fototólið hjá mammu míni, eitt Kodak Six-20 Brownie E kassaapparat, við 6×9 jarnspola filmi í.
Út á morgunin linkaði vindurin. Fjarandi sjógvur var, og tá ið lýsti, eydnaðist mær at taka 4 myndir. Hóast myndirnar ikki eru so skarpar, so ber tó til at fáa eina hóming av støðuni henda desemburmorgun fyri 70 árum síðani.
Av tí at so long tíð nú er fráliðin, og tey fara at fækkast, sum annaðhvørt sóðu hesa hendingina, ella sum vóru við til sjálva bjargingina, havi eg valt at leggja myndirnar alment út her á Gamlar myndir av Eiði, fyri, um tað er møguligt, at fáa onkrar viðmerkingar frá fólki, ið vita okkurt at siga um hendingina.
Hesar myndirnar hava ongantíð áður verið vístar alment, men Eiðis bjargingarfelag, ið varð stovnað eftir hesa hending, hevur fingið avrit av myndunum til ognar.
Myndir: Jógvan Hammer







