Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.12.2025 16:15

Viðareiðistunnilin letur upp aftur í dag kl. 16.15

Landsverk

Mánadagin 8. desember 2025 lat Viðareiðistunnilin aftur av trygdarávum. Nakað av tilfari var dottið niður úr tunnilsloftinum umleið 1400 metrar inn frá tunnilsmunnanum Hvannasundsmeginog staðfestar vóru umleið 20 metrar av rivum í betonginum longs eftir tunlinum.

Farið var beinanvegin undir kanningar við fakfólki hjá Landsverki og P/F LBF. Síðani var arbeiðið skipað og riggað til við ymiskari tunnilsútgerð, sprongimáttur vóru lagdar á vegbreytina, og farið var undir at skróta, reinsa og spula loftið. 

Tað komu umleið 12 rúmmetrar av tilfarið niður. Síðani er loftið tryggjað við sproytubetongi við stálfiprum í. Eini 29 rúmmetrar av betongi eru sproytaðir upp í loftið. Eftirfylgjandi eru ísettir 50 innstoyptir fjallatryggingarboltar. 

Arbeiðið hevur órógvað ferðsluna í økinum og ávirkað bæði borgarar og vinnu, tí hevur verið neyðugt at brúkt tann gamla Viðareiðisvegin hesar 6 dagarnar arbeiðið hevur vart.

Í dag er arbeiðið liðugt. Nú er tunnilsútgerðin riggað av, tunnilin vaskaður og el-skipanin í økinum verður sett uppaftur. Nú er um at vera klárt at taka tunnilin í nýtslu aftur og letur hann upp aftur kl. 16.15 í dag.

Landsverk kemur í næstum at gjøgnumganga tunnilsloft og veggir í tunlinum. 
Landsverk vil takka starvsfólki frá veghaldinum, tunnilstoyminum, ráðgevum og veitarum fyri gott arbeiði og samstarv.

Viðareiðistunnilin var tikin í nýtslu 2. september 2016 og er umleið 1941 metrar langur og gongur frá Hvannasundi gjøgnum Tunnafjall yvir í Middal norðanfyri Viðareiði. Tunnilin hevur eina vegbreidd á 8,5 metrar.

Spjaldur