Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2025 14:01

Gleðilig jól frá Krabbameinsfelagnum

Krabbameinsfelagið

Góðu tit!

Sanniliga stóðu vit…

Saman um krabbamein

Vit eru bæði ovfarin og eyðmjúk um góða úrslitið av landsinnsavningini hjá Krabbameinsfelagnum. Innsavningarkvøldið tann 26. oktober komu góðar 5,5 mió.krónur inn. Síðani tá er upphæddin áhaldandi hækkað til endaliga úrslitið, sum nú er 6,7 mió. krónur.

Alt hetta bar bara til, tí tit veittu stuðul og vælvild, og nýta vit við hesum høvi at senda øllum 

sjálvbodnum hjálparfólkum
stuðlum – einstaklingum, fyritøkum, feløgum, skúlum
luttakarum í sendingini
tónleikarum
listafólkum

eina hjartans tøkk. 

Sanniliga stóðu vit “Saman um krabbamein” aftur hesaferð. 

Tykkum øllum verður ynskt eini gleðilig og friðsæl jól og eitt gott og eydnuríkt nýggjár við tøkk fyri gott samstarv og dyggan stuðul í farna ári.


Við jólakvøðu

Krabbameinsfelagið