ÍF skrivar soleiðis í dag:
Tað er nógv virksemi í ítróttarhúsinum fyri tíðina. Aftur í kvøld var ljós á skrivstovuni, og aftur í kvøld kom ein undirskrift. Markus á Lakjuni, sum tilsamans er skrásettur fyri ikki færri enn 50 dystir í ár, harav 25 fyri okkara fremsta lið, setti sína undirskrift á sáttmála við okkum.
Miðvallarin við tí góða bóltførleikanum og yvirblikkinum var eisini ein av profilunum á okkara U21 liði, og skeyt eitt av teimum heilt avgerandi málunum í 2-2 javnleikinum móti B71, tá hann í 99. Minutti javnaði til endaliga úrslitið og á henda hátt helt lív í FM vónini.
Vit fegnast um at Markus legst afturat og tekur enn eitt ár í reyðu blusunu í Fløtugerði. Vit gleða okkum til 2026.
