Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2025 14:16

Nýggj liturgibók – liturgiskur samleiki

Mynd: Fólkakirkjan

Fólkakirkjan

Fyrsta sunnudag í advent varð nýggj liturgibók tikin í nýtslu í Fólkakirkjuni.

Í hesum sambandi helt Jógvan Fríðriksson, biskupur, hesa talu í Havnar kirkju, dómkirkjuni:

Tað gagnar fólkakirkjuni, at vit eru tilvitað um okkara innihaldsliga og andaliga kjølfesti. Fólkakirkjan er ikki alt ella einki. Fólkakirkjan er løgfrøðiliga skipað av Løgtinginum. Fólkakirkjan hevur eina trúarjáttan og er innihaldsliga skipað við játtanarritum, har Bíblian er vegvísarin og hevur evsta týdning.

Tá ið tað er sagt, hava vit ein leist at ganga eftir, ið er eitt samspæl millum landsins myndugleikar og innan kirkjuliga myndugleikan. Evsti myndugleikin í verkligum málum er Løgmaður.

Henda samvinnan sæst aftur í tí veruleika, at tað er Løgmaður, ið løggildar Bíbliuna, Sálmabókina, Altarbókina og Ritualbókina, eftir at hava fingið tilmæli um hetta frá landsstýrisfólkinum í kirkjumálum og biskupi.

Um tað mundið, áðrenn og eftir at fólkakirkjan gjørdist føroyskt málsøki á ólavsøku 2007, varð arbeitt við teimum kirkjuligu bókunum, ið vit nýta til gudstænasturnar.

Eftir at kirkjan fyrisitingarliga kom á føroyskar hendur, var arbeiðið við bókunum formliga skipað sambært lóggávuni á tí kirkjuliga økinum. Í dag verður Ritualbók Føroya Kirkju I løgd fram til brúks í fólkakirkjuni. Tað er løgmaður, Aksel V. Johannesen, ið hevur løggildað ritualbókina.

Ritualbók Føroya Kirkju 1 er tann sætta í røðini av teimum kirkjuligu bókunum. Seinni í adventini kemur tann sjeynda bókin, ið ikki verður løggildað men sett í gildi av biskupi.

Vit kunnu sostatt gleðast um, at savnið av bókum við tekstum til brúks í fólkakirkjuni er fullfíggjað.

Hjá eini kirkju er tað altavgerandi at kenna sína søgu, sín samleika og sína sjálvsfatan. Ritualini eru rødd og sjálvsfatan fólkakirkjunnar.

Tess vegna er gudstænastan í dag enn ein varði í føroyskari kirkjusøgu, nú ein nýggj ritualbók sær dagsins ljós, løggildað, løgd fram og tikin í brúk. Í 1930, júst fyri 95 árum síðani, kom Ritualbókin, ið vit hava brúkt. Tað var Jákup Dahl, próstur, ið týddi úr donskum.

Biskupur takkar øllum teimum, ið hava verið við í hesum verki. Nøvn teirra eru nevnd á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni undir greinini Nýggj bók: Ritualbók Føroya Kirkju I.

Við hetta høvið nevnir biskupur tveir persónar og takkar teimum.

Emil Olsen, stiftsprestur, hevur savnað, skipað og lagt tilfarið til rættis. Hann hevur eyðvitað hugt bæði til Norðurlondini og alheimskirkjuna. Eitt stórt, væl úr hondum greitt og týdningarmikið arbeiði.

Uni Næs, dómpróstur, var nevndarlimur í tí seinnu nevndini, ið arbeiddi við ritualbókini. Hann hevur havt sjálva útgávuna av teimum liturgisku bókunum um hendi saman við Grunninum Føroyskt kirkjumál. Stillisliga og virðiliga er eitt væla avrik lagt úr hondum. Bøkurnar eru tignarliga vakrar.

Biskupur takkar eisini løgmanni og politisku skipanini fyri gott samarbeiði.

Takk fyri!

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Spjaldur