Róðrarsamband Føroya
Hesa vikuna ferðast íkarar úr øllum heiminum til Birmingham, har British Rowing Indoor Championships verður hildið. BRIC er ein av størstu altjóða inniróðursstevnunum á árinum, og ein kapping sum mong seta sær fyri at luttaka í. Tað er tí sera gleðiligt, at føroyskir íkarar aftur í ár eru at finna á startlistunum, og millum nøvn úr røðum av londum og róðrarfeløgum kring heimin.
13 føroyskir íkarar – umboðandi trý feløg og Róðrarsamband Føroya – hava tikið túrin til Birmingham at kappast um bretsku meistaraheitini í fleiri ymsum bólkum og teinum. Hópurin hevur tilsamans skrásett seg til heilar 80 kappingar. Har eru bæði sprint-teinar á 100, 250, 500 og 1.000 metrar, klassiski 2.000 metra teinurin, 1-, 4-, 5- og 6-minuttir rógving, umframt lið- og stafettkapping, sum er ein týðandi partur av BRIC-stevnuni.
Róðrarsamband Føroya gleðist um, at føroyskir innirógvarar seta kós móti so stórum altjóða kappingum sum BRIC. Ímillum føroysk róðrarfeløg hevur KÍF Kappróður gingið undan við at gera altjóða luttøku til ein natúrligan part av lokala menningararbeiðinum, og tað er sera jaligt at síggja, at onnur feløg nú gera tað sama. Hetta gevur íkarum dýrabara kappingarroyndir, styrkir altjóða førleikan og skapar eitt livandi róðrarumhvørvið í Føroyum – alt árið. Samstundis er tað ein týdningarmikil liður í at fyrireika seg til FM-kappróðurin og til nýggju vaksandi róðrargreinina coastal rowing.
Føroysku úrslitini í innirógving hava tey seinastu árini staðfest, at Føroyar eru millum fremstu tjóðir á hesum øki. Luttøkan á BRIC er tí bæði ein menningarmøguleiki og ein møguleiki at vísa føroyskan stríðsvilja og evnir á einum av heimsins størstu inniróðurspallum.
Róðrarsamband Føroya ynskir øllum íkarunum góða eydnu til kappingarnar leygar- og sunnudagin. Vit fara at gera eina roynd at fylgja við úrslitunum og dagføra tykkum á Facebook- og Instagram- vangunum hjá RSF.
Føroysku íkarnir, ið luttaka á BRIC 2025, eru:
Fyri RSF:
Vár G. Hansen
Sarita K. Hansen
Jóhanna av Steinum
Fyri KÍF Kappróður:
Vár D. í Húsinum
Pætur J. Danielsen
Kristvør K. Clementsen
Nanna S. Jóannisdóttir
Poula Christiansen
Fyri Róðrarfelagið Tindur:
Pauli Joensen
Petra Johnsdóttir
Fyri Eiðis Róðrarfelag:
Sirið A. Mørkøre
Victoria Høghamar
Eyðbjørt Eidesgaard
Høvðus- og Stórstuðlar eru:
Kemilux
Burn
Føroya Skipara- og Navigatørfelag