Almanna- og heilsumálaráðið
Í gjár 3. desember varð skipað fyri árliga altjóða brekrættindadegnum í Smæruni við spennandi skrá. Eisini Marigt Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum var við og setti dagin við røðu, sum til ber at lesa niðanfyri.
Góðu umboð úr MEGD og limafeløgum, fakfólk, myndugleikar, tit sum starvast á økinum, og ikki minst tit, sum hvønn dag liva við breki, á ymiskan hátt, góðu øll,
Hetta er mín fyrsta røða sum landsstýriskvinna í almannamálum.
Tí eri eg serliga fegin um, at hon verður hildin júst henda dag — á Altjóða brekdegnum – sum hvørt ár minnir okkum á ein grundleggjandi boðskap: – At øll menniskju hava somu virði og somu rættindi – og at samfelagið skal rúma øllum.
Elin hevur seinastu knapt 40 árini sett lit á mín gerandisdag, og tí fari eg at byrja við at lesa eina yrking, sum hon hevur skrivað.
Vakrasta stað
Tað er gott at hava eitt lív,
at búgva í Føroyum er ordiliga super,
mann sveimar runt sum ein sápubløðra,
millum djúpar dalar og høg fjøll,
lívið er herligt at liva,
kaga upp í himmalin,
stjørnurnar lýsa so fagurliga,
prýða kvøldarstund!
Eg ynski at øll fólk í Føroyum,
skulu hava tað gott,
ikki fáa sting í hjartað,
vit mugu øll liva lívið,
vit eru ikki í barndømi,
men bara ivingarsom,
”Nå, nú kom tað positiva í hana!”
dukka mín er blá,
teð er so hugnaligt at bukka beinini.
Vakrasta stað í hesi verð
eru hesar átjan oyggjar,
ikki sum í Afrika, har fleiri ikki eiga mat og klæðir
ella sum í Kina, har tey eta við pinnum,
ella sum í Grønlandi, har er kalt og kavi
og Aserbajdsjan er eitt sindur løgið land,
men her er gott at vera,
vit eru føroyingar,
vit eru trúføst.
Føroyar framá,
Merkið reytt, blátt og hvítt,
mín fitti pápi vann á Eysturríki í 1990,
tá hevði eg krabbamein,
vit mugu standa saman,
so verða vit sterk,
okkara besta land!
Føroyar hava tey seinastu árini tikið stór stig frameftir á brekøkinum.
Hugburðurin í samfelagnum er nógv broyttur gjøgnum árini, og vit tosa í dag um møguleikar, inklusjón og rættindi — heldur enn avmarkingar og forðingar.
Hendan hugburðsbroyting er ikki komin av sær sjálvari, men er eitt úrslit av áhaldandi arbeiði frá felagsskapum, einstaklingum og eldsálum – og her hevur MEGD og øll áhugafeløgini á brekøkinum havt ein heilt serligan leiklut.
Tit hava øll árini verið røddin, ið minnir okkum á, at javnrættur og virðing, eiga at vera sjálvt grundarlagið í okkara samfelagi.
Tit hava víst á, at rættindi skulu merkjast í gerandisdegnum – í skúlanum, á arbeiðsmarknaðinum, í heilsuverkinum, í atkomu til mentan og í øllum teimum smáu, men týdningarmiklu støðunum, sum skapa lívsgóðsku.
Og tit hava áhaldandi arbeitt fyri, at Føroyar í verki liva upp til ST-sáttmálan um rættindi hjá fólki, ið bera brek.
Hetta arbeiðið er ikki liðugt, og tað vita vit øll.
Men tað gevur vón, at vit saman hava bygt eina grund, har rættindini hjá fólki við breki ikki bara eru føgur orð á pappírinum, men ein partur av okkara felags virðisgrundarlagi.
Í ár er eisini eitt nýtt stig tikið, tá vit fingu Føroya fyrsta Brekumboð.
Hetta er eitt týðandi stig á leiðini – ein sjálvstøðug og óheft eind, sum skal tryggja, at røddin hjá fólki við breki verður hoyrd, og at rættindi verða vird í verki.
Men Brekumboðið kann ikki standa einsamalt. Tað er avgerandi, at vit framhaldandi byggja upp undir eitt tætt samstarv millum myndugleikar, feløg, stovnar og kommunur – og ikki minst, at vit lurta eftir teimum, sum vita, hvar skógvurin trýstir.
Eg havi stóran virðing fyri øllum tykkum, sum arbeiða á brekøkinum – bæði innan áhugafeløg, kommunur, almannaverk, og onnur tilboð og tænastur. Tit gera ein veruligan mun, tí arbeiðið tykkara tekur støði í menniskjum og teirra lívi. Og tað er júst í gerandisdegnum, at javnrættindi og inklusjón fáa veruligt innihald.
Kæru øll,
Altjóða brekdagurin er ein hátíðardagur, men hann er eisini ein áminning.
Ein áminning um, at felagsskapur og javnrættindi krevja áhaldandi arbeiði.
At hugburður og skipanir áhaldandi skulu endurskoðast, so vit øll kunnu fáa tað atkomu og virðing, sum vit hava rætt til.
Saman skulu vit halda fast í, at Føroyar skulu vera eitt land fyri øll.
Eitt land, har øll hava møguleika at liva, læra og virka – á jøvnum føti.
Takk fyri,
og hjartaliga til lukku við degnum.
