Røða hjá Arna Petersen í samband við, at jólatræið við Gøtugjógv varð tendra 3. desember, 2025.
Vit eru savnaði her í kvøld at markera byrjanina til jólatíðina 2025. Jólatíðin byrjar við advent ella jólaføstuni og varar til trettandakvøld – 6. januar. Hendan tíðin er ein hugnalig tí,ð har vit bera ljós inn í myrkrið, sum annars eyðkennir hesa ársins tíð.
Sjálv markeringin er gjørd við, at yngsti skóti úr Gøtu í skótaliðið Leirvíks Páll – Lilja í Hjøllum – hevur tendra stóra jólatræið her niðri á skúlafløtuni við Gøtugjógv.
Takk til tykkum skótar, sum skipa fyri jólatræshaldum her í Eysturkommunu. Hetta er ein góður siður og møguleiki hjá okkum her á staðnum at koma saman. Somuleiðis takk fyri heiðurina at siga nøkur orð her í kvøld!
Fyri nøkrum árum síðani keypti eg eina bók á einum jólatúri í Edinburgh. Bókin kallast ”Calm Christmas” og er tað ein bretskur rithøvundur – Beth Kempton – sum hevur skrivað bókina. Tað er ikki tí at bókin er serstakliga góð, men eg havi lisið hana uppundir jól í nøkur ár og er hon bara hugnalig at lesa. Tað serstaka við hesi bókini er, at hon lýsir ymsar streingir (ella søgur) um jólini – tí jólini eru so nógv. Inspireraður av hesum havi eg hug at nevna nakrar av streingjunum (ella søgunum) sum knýta seg at okkara jólum. Eri komin í tankar um: Barnajól – Jólamannin – Tey kristnu jólini – og Bókajólini – men aðrir streingir eru heilt vist og tað kann hvør í sínum lagi hugsa víðari um.
- Strongur – Barnajól
Til børnini her í kvøld hugsaði eg at fortelja eina lítla søgu um jólavættrina í Gøtugjógv. Nú sigi eg í Gøtugjógv (og ikki við Gøtugjógv) tí hendan vætturin býr niðri í gjónni – har uppi við fossin – beint har sum ein steinur liggur tvørturum. Har býr hon við tann stóra djúpa hylin (Dranghylur) saman við síni vættrafamilju. Á seinasta skúladegi fyri jól fer vætturin tíðliga upp, tí henda dag fer hon at gera okkurt gott fyri børnini, sum eru í barnagarði og í skúla við Gøtugjógv. Hon sníkir seg fyrst inn í Gjáa og leggur mandarinir, piparnøtir og onkrar karamellur í gongini. Tá konurnar koma um morgunin fáa tær eyga á skálirnar og seta tær út í ymsu stovurnar. Síðani gongur leiðin hjá jólavættrini í Gøtugjógv oman í skúlan, har eitt vindeyga aftanfyri, ofta stendur upp á glopp. Vætturin er lítil og fær sníkt seg inn í gongina. Og mín sann um ikki lærararnir finna skálir við mandarinum, piparnøtum og karamellum, tá teir møta hendan seinasta dagin fyri jólafrítíðina.
Og soleiðis eru so nógvar søgur í barnajólum!
- Strongur – Jólamaðurin
Jólamaðurin er ein av søgunum á jólum. Hann býr onkustaðni norðanfyri siga tey – kanska á Norðpólinum, í Grønlandi, í Finnlandi ella onkra heilt aðrastaðni. Kanska í Støðlafjalli? Hann býr fjaldur fyri manneygum oftani onkustaðni uppi í fjøllunum. Her hevur hann sín jólaverkstað, har sum hann – saman við sínum vættrahjálparum – ger jólagávur til øll børn, ið hava skikka sær væl. Tá jólaaftan kemur fer hann í eina kavasletu, har reinsdjór eru spent fyri, og flýgur so yvir øll lond við sletuni fullari av jólagávum, sum hann gevur børnum runt í allari verðini.
Her í Føroyum eru tveir jólamenn. Teir eita Kertustubbi og Greitasleikur. Teir búgva í Skeivahelli saman við frensinum Halaleysa. Til ber hjá børnum at ringja til jólamenninar jólaaftansmorgun í beinleiðis sending hjá Kringvarpinum. Hetta fer fram yvir “Marconi”-sendaran, ið skróvar nakað illa. Men altíð fáa teir góð prát – á rungandi Sandoyarmálið – við børn runt í øllum landinum.
Frá hesi streingi hava vit jólahúgvur, rísingreyt, jólahosur og annað mangt
- Strongur – Kristin jól
Orsøkin at vit halda jól er, at frelsari heimsins varð føddur jólanátt. Hetta hoyra vit um í jólaevangeliinum.
Jólatræið sum vit hava tendra í kvøld er ein partur av hesum streingi. Siðurin at hava jólatræ kemur upprunaliga úr útsyningspartinum av Týsklandi fyri uml. 500 árum síðani. Fyri uml. 200 árum síðani kom hesin siður til Danmarkar og úr Danmark er siðurin við jólatræi komin til Føroya nakað seinni.
Jólatrøini kunnu verða trø úr grann, men seinnu árini eru eisini nógv plastikjólatrø komin inn í stovurnar. Tey nátturligu trøini hava sín hugna, meðan plastikjólatrøini eru løtt og praktisk at hava við at gera. Eisini eru fleiri fólk sum ikki tola grann og tá eru plastikjólatrøini ein góð loysn á hesum. Men hví er tað júst grantrø, sum eru blivin tikin til jólatrø. Hetta er tí, at grantrø eru so hátta at tey eru grøn alt árið og harvið kunnu minna okkum á tað æviga lívið. Eisini eru tey forma sum ein pílur í vendir uppeftir og á hvør grein sum fer út frá stammuni er ein krossur.
Jólatrø verða vanliga pynta við ljósketum og jólapynti av alskins slagið – kanska onkrum ferðaminni ella onkrum jólapynti, sum eru heimagjørd fyri nógvum árum síðani. Jólatrøini vit hava heima í stovunum hava ofta eina stjørnu í toppinum. Hendan minnir okkum á Betlehemsstjørnuna sum vístu vísmonnunum leið til Jesusbarnið tey fyrstu jólini.
Og undir hetta jólatræið leggja vit gávur sum hjá flest øllum er ein tann hugnaligasta løtan á jólum – tá vit fara at pakka gávur upp.
- Strongur Bókajól
Eitt orð sum viðhvørt hoyrist um jóltíðir er – bókajól. Sjálvt orðið er frá einum bókakatalogi sum bókasølurnar plaga at geva út til jólar. Hetta sum ein inspiratión til at keypa bøkur sum jólagávur. Ymiskt kann vera, hvat fólk halda um bøkur, men her í bygdini eru nógv bóklig ella skaldslig verk komin frá.
Til dømis er elsta niðurskrivaða skaldsliga verk í Føroyum faktiskt gjørt onkustaðni her leiðini. Hyggja vit aftur um okkum kunnu vit á “29-skúlanum” lesa seinastu reglu av hesum verki ”Sjái Guð hluta minn” ella sum Mikkjal á Ryggi um-yrkti hesa kreddu hjá Tróndi í Gøtu ”Sær hann til mín lut at varða”. Eisini var føroya fyrsta yrkingasavn gjørt her í Gøtu. Tað var yrkingasavnið ”Udvalgte Digte” eftir Gregorius Johannesen eisini nevndur Grækaris á Gørðum. Hetta fyrsta yrkingasavnið givið út í Føroyum var prenta og givið út í 1884 ella fyri 141 árum síðani.
Skulu vit forseta við yrkingasøvnum, so var eitt yrkingasavn skriva her í bygdini í fjør í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tað var yrkingasavnið ”Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsind” eftir Kim Simonsen. Í ár var so aftur eitt yrkingasavn her úr bygdini í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins – Svørt Orkidé eftir Vónbjørt Vang – og hesuferð kom henda fína virðisløn her til býggjar. Til lukku við tí Vónbjørt!
Fleiri aðrar áhugaverdar bøkur við tilknýti til bygdina, eru eisini komnar út hesi seinastu árini. Nevnast kunnu: ”Frí” eftir Jónu Joensen, ”Hvussu eitur tú”? eftir Susanne Barding, ”Sigmund og Ringurin” eftir brøðurnar Hans Jákup Mikkelsen og Petur Mikkelsen (Petur Prent), “Eitt orðatak um vikuna” eftir Páll Isholm, Gøtu Húsasøga og aðrar bøkur við.
Hesir 4 streingirnir eru teir streingirnir, eg kom í tankar um til hetta høvið. Fleiri streingir eru – bæði almennir – men eisini mera persónligir. Kunsturin er so, at fáa hesar streingir at stemma – soleiðis at teir tá teir verða slignir ljóma so vakurt sum til ber – eins og á einum væl stemmaðum guittara. Akkordin kann verða í dur ella moll – ella onkrum heilt øðrum, men um guitarin ikki stemmar, tá er ringt at fáa gott ljóð frá honum!
Sum nevnt í byrjanini varir jólatíðin frá 1. sunnudegi í advent til 13. kvøld jóla. Hon byrjar við atventstíðini – tær 4 vikurnar fyri jól – har bygdaløgini verða alsamt meira pyntaði, har børnini pynta skúlastovur og barnagarðsstovur. Ja her er av sonnum ljós í hesi myrku tíðini. Havi hoyrt orðið vetrarljós – heldur enn jólaljós – vera nýtt um at tendra ljósini á skjøldrum, undir takskeggi og á gørðum rundanum hús. Tað er kanska ikki so býtt at hava hesi ljós tendraði eitt sindur longur í hesi myrku tíðini, tí tey hugna um so skjótt tey verða tendraði.
Við hesum vil ynskja øllum eini gleðilig jól !
