Filmsfelagið
Jeremy Allen White (f.1991) er The Boss í nýggja filminum, sum byggir á bókina hjá Warren Zane “Deliver Me from Nowhere: The Making of Bruce Springsteen’s Nebraska” (2023). Zane er bæði tónleikari og hevur skrivað hópin av bókum um rocktónleik, m.a. um Tom Petty og Dusty Springfield.
Filmsfelagið vísir filmin mikudagin 10. desembur.
Í filminum fylgja vit Bruce Springsteen, tá hann í 1982 ger plátuna “Nebraska”, sum kom fram, meðan Bruce spældi inn “Born in the USA” saman við the E Street Band.
Leikstjórin Scott Cooper (f.1970) hevur fyrr gjørt meistarliga filmin, “Crazy Heart” (2009), har Jeff Bridges er ein countrystjørna, ið hevur sæð betri dagar, “Hostiles” (2017) og “The Pale Blue Eye” (2022).
Eftir jólasýningina við Springsteen, fara vit í jólafrí. Fyrsta sýning í nýggja árinum verður mikudagin 7. januar við suðurkoreanska filminum ”No other choice”. Tá fer Sólrun Gleðisheygg Weihe, sum er av Toftum og hevur eina master í enskum og miðlakunnleika, at innleiða sýningina. Leikstjóri er Park Chan-wook, ið áður hevur gjørt “Old Boy” og “Decision to Leave”, sum Filmsfelagið fyrr hevur víst. Filmsfelagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Filmsfelagið 10/12 kl 20:00 Springsteen: Deliver me from nowhere (Scott Cooper USA 2025 120 min)
