Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.12.2025 20:49

Hevur menniskjan ikki óendaligt virði meira?

Trúboðin

Í morgin standa vit við eitt vegamót, um hvat samfelag vit í framtíðini vilja skapa í Føroyum. Nýggja fosturtøkulógin fer til 3. viðgerð í Løgtinginum, og lagnuavgerðin, sum okkara fólkavaldu skulu taka støðu til, er millum tvey virðilig mál: rættin hjá kvinnu at ráða yvir egnum kroppi og rættin hjá ófødda barninum til lívið – og í hvørjari raðfylgju hesi skulu standa.

Ein evarska lítil meirluti atkvøddi í gjár fyri uppskotinum, har rætturin hjá kvinnuni yvir egnum kroppi trumfar rættin hjá ófødda barninum til lívið. 

Tað harmar meg almikið, at henda tvístøða ikki verður lýst greiðari hjá teimum, ið standa fyri uppskotinum. Grundgevingar vera tveittar í luftina um, at sjálvsagt skal kvinnan ráða yvir egnum kroppi – men rætturin hjá ófødda barninum verður fullkomiliga kveistraður til viks. Offrið, ið verður lagt á altarið fyri at vinna frælsi einstaklingsins verður púrasta ignorerað.

Eitt av tingfólkunum, ið hevur lagt uppskotið fram, tvíhelt á tingi í gjár um, at kvinnurnar í okkara landi í dag ikki sleppa at ráða yvir egnum kroppi. Men hetta er ikki bert ein spurningur um at ráða yvir egnum kroppi – tað snýr seg um at offra eitt annað mannalív afturfyri. Og eingin í okkara samfelag – hvørki menn ella kvinnur – hava rætt til at taka eitt annað lív.

Nær hevur eitt mannalív virði?

Hvat virði hevur eitt mannalív – og nær hevur tað virði? Hetta er djúpu spurningarnir, sum hetta málið nemur við. Og at pástanda annað er at vera púrasta bláoygdur og snævurskygdur um hetta ógvuliga umráðandi og prinsipiella mál.

Við nýggju fosturtøkulóggávuni ger okkara høga ting upp við eitt av grundvirðunum undir okkara felags tilverufatan í Føroyum: at eitt og hvørt menniskja hevur óendaligt virði og rætt til vernd frá gitnaði til natúrligan deyða. 

Nær hevur menniskja so rætt til vernd? Hví júst 12 vikur – og ikki eingongd heilt tá, tí møguleiki er eisini at taka fosturtøku aftaná (aftur til tað um eina løtu).

Áðrenn 12. viku nýtist eingin grundgeving. Bara tí! Og hví ikki víðka markið til 18 vikur sum í Danmark, Norra og Svørríki – ella 22 vikur sum í Íslandi?

Hóast stuðlar av nýggju fosturtøkulógini føra fram, at hetta snýr seg ikki 18 ella 22 vikur, so er hetta nemliga ein prinsipiell avgerð, sum heilt náttúrliga leggur upp til tað, tá tíðin er røtt til at flyta markið og tá ein annar meirluti á tingi velur tað. Sum sagt, nýggja lógin offrar rættin hjá ófødda barninum til lív fyri rættin hjá kvinnuni til at ráða yvir egnum kroppi. Lat okkum bara kalla ein spaka fyri ein spaka.

Tað minnir um útreinskan

Føroya biskupur legði fyrst í november fram sínar viðmerkingar fyri rættarnevndina sum ovasti í føroysku Fólkakirkjuni, sum 76% av føroyska fólkinum er limir av. Niðurstøðan er greið: Mannalívið er heilagt frá gitnaði til gravarbakka. 

– At taka lív ella avmarka lívið og umstøður lívsins er ikki heimilað menniskjum, sigur biskupur. Lívið er Guðs gáva og menniskjans uppgáva.

Hann er bersøgin og leggur í síni viðmerking dent á, at tað er eins og §3 stk. 3 í uppskotinum skurrar í oyrunum. Tað minnir alt ov nógv um útreinskan.

§3 stk. 3 sigur, at kvinna, sum býr í Føroyum, kann fáa loyvi til at fáa fosturtøku eftir 12. viku, um vandi er fyri, at barnið orsakað av ættarbregði, sjúku ella skaða í móðurlívi fær álvarsliga sálarliga ella likamliga sjúku.

– Fólk við breki hava sama mannavirðið sum vit onnur, sigur biskupur. Mælandi og ómælandi hava rættin til at verða hoyrd, rættin til at vera til. 

MEGD, ið er meginfelag fyri fólk, ið bera brek, gjørdi somuleiðis vart við í sínum hoyringsskrivi, at uppskotið leggur upp til mismun vegna sjúku, ættarbregði og tarn, sum øll verða bólkað sum brek. Sostatt er uppskotið í stríð við altjóða breksáttmálan. Hetta kann ikki góðtakast, skrivar MEGD.

Í dag, mikudagin 3. desember, er altjóða brekdagur, og í morgin skal Føroya løgting atkvøða fyri, um tað skal vera í lagi eftir 12. viku (einki hámark!) at taka lívið frá børnum vegna ættarbregði, sjúku ella skaða í móðurlívi. Margháttligt er eitt fátækt orð fyri at lýsa hesa støðuna.

Ein mamma at barni við Down Syndromi skrivar soleiðis á Facebook í dag: 

– Eg eri bangin fyri, at tá vit hava fría fosturtøku, so skulu vit forsvara, um vit velja at seta børn við Down syndrom í verðina. Eg eri bangin fyri, at samfelagið fer at gera minni fyri, at børn við Down syndrom fáa góðar umstøður at trívast og mennast. Og tá vit fara at hava færri fólk, ið hava Down syndrom, menningartarn ella bera onnur brek ímillum okkum, so hevur tað við sær, at hugburðurin millum fólk og í tí almenna broytist og atkomumøguleikar og inklusjón sum heilt versnar.

Víðari skrivar hon soleiðis: 

– Í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, er tað blivið soleiðis. Har verða alsamt færri børn við menningartarni ella breki fødd. Á sjúkrahúsi í Danmark er vanligt at blíva spurdur, hví man valdi at fáa sær eitt barn við Down syndrom. Eisini danskir avloysarar í kommunulæknaviðtalum í Føroyum finna uppá at spyrja slíkar spurningar. Har er ein hugburðsbroyting farin fram, sum hevur við sær, at mamman skal forsvara, hví hon valdi at seta hetta barnið í verðina. 

Góð grundvirðir – men í skeivari raðfylgju?

Málburðurin er mangan harður í hesum orðastríði – tí hetta er eitt stríð um grundvirðir. Og av røttum hava fleiri viðurkent, at útgangsstøði hjá ymsu pørtunum er heilt ymiskt. Tað er so altíð ein byrjan uppá eitt sunt orðaskifti. Men grundvirðini eru ikki í stríð við hvørt annað – heldur er tað ein skeiklað raðfesting av hvørji virði standa fremst og hvørji koma í aðru rekkju. Persónlig frælsi fyrst – rætturin til lívið næst.

Men hvussu vítt skal persónliga frælsi spenna í okkara samfelag í framtíðini? Skal tað trumfa rættin hjá øðrum til lívið? Nær byrjar lívið at vera heilagt? Og nær endar tað at vera heilagt (sum nú verður umrøtt í okkara grannalondum í smb. við aktiva deyðshjálp)?

Eg vil at enda taka undir við orðunum hjá Føroya biskupi í sínum hoyringssvari um okkara kollektivu ábyrgd sum einstaklingar, kirkjur og samfelag:

– Tað er greitt, at í hesi øldini hava ungar mammur sosialt og fíggjarliga havt tað svárt vegna tess, at tær gjørdust við barn. Siga vit ja til lívið, mega vit taka ábyrgd bæði sum einstaklingar, kirkjur og samfelag. Hesa ábyrgdina hava vit – fíggjarliga og andaliga – ikki røkt nóg væl. Harafturat mega vit í Jesu navni boða náði Guðs til kvinnur og menn, uttan mun til tiknar avgerðir og gjørdar gerðir. 

Lat okkum siga ja til lívið! – og sum Paulus skrivar í Gal. 6,2: Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists.

Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini

Spjaldur

Spjaldur