Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2025 12:34

Røða hjá Jógvan Andersen tá ið jólatræið bleiv tendrað í Skálafirði

Røða, sum Jógvan Andersen, býráðslimur, flutti fram tá ið jólatræið bleiv tendrað í Skálafirði 29. november 2025.

“Tí inni jólahitin er, hóast úti er frost og gler”.

Henda tíðin við kava, pynti og ljósum er nakað serstakt. Blíðskapurin gerst ein dýrabær gáva og jólahitin inni setur jólaresið í stað. Familjuhugnin tekur yvir og er tað, sum at vit vera tikin aftur í tíð.

Hyggja vit aftur til ár 1680 var elsta niðursetubygd í Føroyum grundað í Skálafirði. Mett verður, at fyrsti maður, ið búsettist her var Knútur Pólsson. Søgnin sigur, at hann var fyrsti maður í oynni sum átti karðar, og hevði hetta við sær, at hús hansara var mest líkt einum tilhaldsstaði, tí nógv fólk komu inn til hansara við ull sínari.

Fjórðu húsini í Skálafirði komu í 1845. Tað var Dánjal Kristiansson, bóndasonur úr Innistovu á Skála, sum flutti hagar. Kona hansara var Marin Sofía, sum var víðakend um alla oynna fyri sín blíðskap. Tá fólk ferðaðust um Skálafjørð, steðgaðu tey gjarna í Skálafirði at rinda sær møðina. Hon var tiltikin at gera gott kaffi, og serliga á valdøgum var bygdin væl vitjað, hóast at húsini vóru bæði fá og smá.

Tað sigst at nógv vóru ikki tómhent tá ið tey stigu um gátt í hesum húsum, men høvdu gávur at bera henni. Enntá greiðir Jákup Andrias Jacobsen úr Svínáum frá, at vanligt var at lova olmussu til Marin Sofíu í Skálafirði, og tað gretti ikki, at tað hjálpti.

Bygdin telur í dag útvið 40 húski og eftir fleiri øldir er hetta framvegis ein staður, sum fólk leggja leiðina framvið. Ein friðsæl bygd, har fólk leita sær til andliga føði, tímiligan náttúrufrið og ikki minst at uppliva søguliga blíðskapin í bygdini til afturvendandi tiltakið á havnalagnum – Fjarðarok.

Skálafirðingar eru fyri mær eitt blítt og virkið fólkaslag. Arbeiðssom og smæðast ongantíð at vera júst seg sjálvi. Eg komi at hugsa um gamla floksfelaga mín úr Skálafirði, Sæbjørn Petersen. Altíð í gongd og aldrin í frið. Segði skemtiliga tað hann hugsaði, og skrúvaði síðani víðari uppá sína reyðu Puch Maxi. Hendan styrkin er kanska ikki heilt ólík fleiri av fólkaslagnum í bygdini.

Tað var eisini ein annar staður, sum fólk flokkaðust um. Hesaferð skulu vit longur aftur enn til upprunan á hesari niðursetubygd, og staðurin var Betlehem. Jósef og Maria høvdu ferðast úr Nasaret til Betlehem at verða skrivaði í manntal. Einki pláss var í vanliga tilhaldsstaðnum, men fingu tey vístan blíðskap at halda til í fjósinum.

Tá lesa vit í Lukasar evangelii at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!

Hóast umstøðurnar ikki vóru júst sum ætlað, var tað úr hesum staði at ein ævig vón og bjarging birtist. Ein vón so bjørt, at vísmenn úr Eysturlondum fylgdu stjørnuni og høvdu gávur við sær til staðið.

Viðhvørt kann tó vera trupult at síggja vónina. Bygdin hevur tíverri verið út fyri alt ov nógvum truplum hendingum, men tit skulu vita, at vit øll hava samhuga við tykkum. Tó er óivað bara eitt, sum førir okkum víðari. Fyrigeving fyri hvør øðrum og við vísdómi, eins og vísmenninir, at líta upp móti tí hægra, sum kann troysta og veita okkum linna.

Jólahátíðin er fyri flestu okkara serstøk. Vit hava bert løtuna í dag og dagurin í morgin hevur nokk í síni væntu. Vit kunna tí einans gleðast um tey dýrabæru minnir vit hava fingið, og njóta tær løtur, sum eru beint nú.

Gævi vit altíð minnast at fjálga um hvør annan við kærleika, nærleika og vón.

Terje B. Vestergaard sigur í einum sangi at:

Jól eru kærleiki og vón

Ein tíð til at fjálga og bera gleðiboð

At geva til onnur av øllum sum er mítt

Eins og kærleikin av himli givin frítt

Blíðskapurin er eins og skínandi jólatræið og lýsir best, tá ið vit eru fleiri um hann.

Jesus signi tykkum stórliga og vil eg við hesum ynskja tykkum eini gleðilig jól!