Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2025 08:49

Musikkskúlin hevur jólakonsert

Hósdagin, 4. desember kl 17.30 verður árliga jólakonsertin hjá Stranda musikkskúla. Konsertin verður í Borgini – forhøllini í Stranda skúla.

Í Stranda musikkskúla spæla næmingar á horn, klaver, klarniett, tvørfloytu, guittar, slagverk og syngja.

Seinastu tíðina hava lærarar í Stranda musikkskúla byrjað eitt samanspælsorkestur. Hetta orkestrið hevur fingið navnið Ljómlist, sum var tað gamla navnið hjá samanspælinum hjá Stranda musikkskúla. Hesin bólkurin fer eisini at spæla tvey løg á konsertini.  

Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin at lurta.