Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.01.2023 12:40

Villiam Klein til B68

Mynd: B68

Álopsleikarin Villiam Klein og B68 hava í dag undirskriva sáttmála.

Villiam er uppvaksin í HB, men hevur eisini umboða B36 og Undrið. Villiam hevur skotið 37 mál í 88 dystum í 1. deild og 25 mál í 25 dystum í U21 deildini.

“Eg havi nú í 2 mánar vant við her á Svangaskarði, og føli eg, at hetta er rætta staðið hjá mær at mennast. Umstøđurnar eru framúr og hópurin hevur tikið sera væl ímóti mær” sigur Villiam Klein við B68 heimasíðuna.