Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Seint seinnapartin ella í kvøld støkkur ættin í sunnan, og hann minkar vindin niður í fríkst lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður.
Fyrrapartin í morgin veksur hann vindin til hvassan vind ella skrið norðan, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið 4 til 9 stig.
Sólarris: 09:09 Sólsetur: 15:18
